Bólturin er framvegis rundur, og tað eru 11 ímóti 11, og so eru tað allar hinar frasirnar. Soleiðis plagar at verða tikið til, og hetta varð alt staðfest á Svangaskarði í kvøld.
FM favorittarnir í HB, sum bara hava tapt einaferð fyrr í ár, vóru á Svangaskarði, har B68 var mótstøðuliðið. Undan dystinum í kvøld hevði B68 bara vunnið ein dyst í ár.
Og hóast heilt ymisku fyritreytirnar so var tað B68, sum stóð eftir við øllum stigunum, tá ið Kári J. á Høvdanum í vindinum á Svangaskarði bríkslaði fyri síðstu ferð.
At tað endaði við heimasigri ber við sær, at toftamenn ikki longur eru undir niðurflytingarstrikuni. B68 hevur 10 stig og er trý stig frammanfyri EB/Streym, sum í morgin fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Víkingur hevur seinnapartin í morgin møguleika at stinga seg framum HB. Treytin er, at Víkingur vinnur úrtøku ímóti EB/Streymi. Víkingur er stórfavorittur, men í kvøld varð staðfest á Svangaskarði, at tað ikki er altíð, at tað gongur, sum prestur prædikar.
Bartal Páll Klein skoraði málið í 27. minutti. Vandin var av, tá ið Viljormur Davidsen í HB miðverjuni gleið, og so tók Bartal Páll Klein av og smekkaði bóltin í málið.
HB hevði mesta partin at tíðini stóra leikliga yvirvág. Serliga sum seinni hálvleikur leið, var yvirvágin støðug, og tað vóru nógvar – heilt nógvar – spentar støður í og kring B68 brotsteigin.
Heimamenninir ofraðu seg fult og heilt. Ein stríddist fyri allar, og allir stríddust fyri ein.
##med2##
HB setti beinanvegin eftir steðgin Hanus Sørensen á vøllin, og sum seinni hálvleikur leið, vóru aðrar framrættaðar skiftingar gjørdar, men tað segði tað sama.
HB royndi seg við langskotum og innleggum og eitt tvey samanspæli og so víðari. At tað var so nógv fólk í brotsteiginum bar møguleika við sær fyri, at talan kundi vera um brotssparksstøðu, men HB vann einki brotsspark. Teir vunnu hornaspørk og fríspørk, men heimamenninir vístu øllum frá sær.
Og so var tað øgiligur fagnaður, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. 1. apríl vann HB tepran 1-0 sigur á Svangaskarði. Í kvøld var tað B68, sum vann tepran heimasigur ímóti HB. 17 ára gamli Bartal Páll Klein var dagsins maður. Eftir fjórða umfar var B68 á áttanda plássi. Annars hava toftamenn verið undir strikuni. Inntil teir í kvøld við 1-0 heimasigri ímóti HB lyftu seg upp á áttanda plássið.
B68 – HB 1-0 (1-0)
1-0: Bartal Páll Klein 27.
Dómari: Árni Brandsson Petersen
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Karstin Clementsen, Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen, Hanus Højgaard – Bartal Páll Klein, Andreas Pettersen
HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Nielsen, Ári Mohr Jónsson – Heðin Hansen, Sammy Skytte, Ejvind R. Mouritsen – Mohamed Samba, Mikkel Dahl, Áki D. Samuelsen