Landsverkfrøðingurin
? Eg haldi, at stovnurin er í eini støðugari legu í løtuni, er viðmerkingin hjá Oyvindi Brimnes, stjóra á Landsverkfrøðinginum til, at sjey verkfrøðingar eru farnir av stovninum.
Hann metir ikki, at allir sjey kunnu bólkast í einum, tí nakrir hava boðað frá, at teir ætla sær aftur á stovnin, tá farloyvi er at enda komið. Oyvindur metir sostatt ikki, at farloyvini eru at meta sum uppsagnir.
Demokratiskar broytingar
Tá Oyvindur varð settur sum stjóri fór hann undir at fremja nakrar bygnaðarbroytingar, sum hóskaðu betur til stovnin.
? Bygnaðarbroytingarnar vórðu framdar á ein ógvuliga demokratiskan hátt, vildi eg mett. Øll starvsfólkini fingu møguleikan at siga sína hugsan um broytingarnar, og tær vóru í trá við starvsfólkapolitikkin, sigur Oyvindur Brimnes.
Hann viðurkennir tó, at nakrir av verkfrøðingunum eru farnir av stovninum vegna ónøgd.
? Tá bygnaðarbroytingar verða framdar, so verður tað altíð so, at onkur er ónøgdur. Onkrir verkfrøðingarnir, sum ikki kundu laga seg til tær nýggju umstøðurnar, hava valt at fara úr starvi.
Hóast stórt mannfall metir Oyvindur, at stovnurin megnar at røkja sínar uppgávur til fulnar.
Eftirlýsir nakað ítøkiligt
Suni Joensen, formaður í Verkfrøðingarfelagnum, førir fram, at okkurt er galið á stovninum, tá so nógvir av limunum rýma, men hesum vísir Oyvindur aftur.
? Tað veldst um orsøkirnar til fráfallið. Eg eri sannførdur um, at ikki allir av hesum verkfrøðingunum eru farnir vegna ónøgd, og vit hava sett fýra nýggjar hesa tíðina.
Hann eftirlýsir samstundis nakrar ítøkiligar atfinningar frá Verkfrøðingafelagnum, tí enn sigur hann seg ikki hava fingið nakað skrivligt frá teimum. Hann leggur samstundis dent á, at hann fegin vil hava gott samband við felagið.
Formaður felagsins hevur boðað frá, at tað fer at almannakunngera eina yvirlýsing í næstu viku í sambandi við støðuna á Landsverkfrøðinginum. Tá fer Oyvindur óivað at svara aftur.
Oyvindur sigur um stovnin, at tey eru farin at seta út í kortið, hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis í framtíðini. Hann hevur góðar vónir fyri framtíðina, og nógvar stórar uppgávur standa fyri framman.