Stríðið um Føðikirkjuna loyst

Teir 124 palestinararnir, sum hava hildið til í Føðikirkjuni í Betlehem í meiri enn fimm vikur, eru nú farnir haðani

Miðeystur
Árni Joensen

Gjáramorgunin eydnaðist loksins at loysa trætuna um teir seinastu palestinararnar, sum hava fjalt seg í Føðikirkjuni í Betlehem, síðani ísraelski herurin hersetti býin tann 2. apríl.
Í lýsingini komu fleiri bussar til kirkjuna, og stutt eftir vórðu 124 palestinskir menn fluttir úr kirkjuni í bussarnar. Uttanfyri stóðu ísraelskir hermenn á varðhaldi, og allir palestinararnir vórðu kannaðir væl og virðiliga, áðrenn teir sluppu í bussarnar.
Ísraelsku myndugleikarnir kravdu, at trettan av palestinsunum skuldu av landinum, tí teir hava verið uppi í yvirgangsatsóknum. Upprunaliga var ætlanin, at menninir skuldu flytast til Italia, men italsku myndugleikarnir sýttu fyri at taka ímóti øllum trettan. Málið endaði tí í Bruxelles, og har varð avgjørt, at menninir í fyrsta umfari skuldu flytast til Kypros. Haðani skulu nakrir til Italia, aðrir til Spania og onnur evropeisk lond, og Kanada hevur eisini játtað at taka ímóti onkrum teirra.
26 av teimum 124 palestinunum, sum komu út úr Føðikirkjuni í gjár, vórðu settir í palestinsk fongsul. Tey seinastu 85 vístu seg at vera sivilfólk og vórðu latin leys beinanvegin.
Samstundis sum palestinararnir á Vestara áarbakka í gjár fegnaðust um, at stríðið um Føðikirkjuna var loyst, fyrireikaðu palestinararnir í Gaza-geiranum seg til eitt ísraelskt stórálop. Ísraelska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at hevna sjálvmorðsbumbuatsóknina, sum drap 15 ísraelsmenn týskvøldið, og hósdagin boðsendi herleiðslan eykahermonnunum.
Ísraelskir talsmenn søgdu í gjár, at herurin fer at leita eftir yvirgangsmonnum og at taka teir. Einki varð sagt um, nær átakið skuldi byrja.