Stríð um læknaviðtalu á Skálafjørðinum

Ósemja er millum Artur Johansen, borgarstjóra í Sjóvar kommunu og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, um skipan av læknaviðtalu í økinum

Í 2014 gjørdu Nes-, Runavíkar- og Sjóvar kommunur eina avtalu um hvussu kommunulæknaviðurskiftini kring Skálafjørðin skuldu skipast. Í avtaluni var millum annað sagt, at gomlu læknadømini á Skála og í Runavík skuldu niðurleggjast og eitt nýtt Skálafjarðar læknadømi skuldi stovnast og at ein heilsudepil skuldi gerast í Runavík, ið fór at hava fleiri tænastur og fleiri læknar.

 

Hetta var millum annað gjørt tí, at tað var mett, at hetta fór at hava við sær, at fleiri læknar fóru at hava áhuga at søkja starv, sum annars í stóran mun eru mannaði av avloysarum.

 

Áðrenn avtaluna høvdu Nes og Runavíkar kommuna eina heilsumiðstøð saman í Runavík, meðan ein lækni var í viðtalunum á Skála og Strondum, sum hann býtti sína tíð ímillum. Tveir dagar á Strondum og tveir á Skála.

 

Føstu avloysararnir mettu, at tað var ov nógv ferðing aftur og fram millum viðtalurnar og gjørdu tí av at verða eina viku í hvørjum stað. Hetta var á vári 2015.

 

Skipanin var hildin at rigga væl og tá viðtalan á Skála skuldi leggjast niður og flytast til Runavíkar, heitti Sjóvar kommuna á hinar partarnar um at halda fram við skipanini við einari viku á hvørjum stað. Tað ynski bleiv ikki gingið á møti.

 

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sigur, at tað merkist sum eitt afturstig, at fara aftur til tað gomlu skipanina.

 

- Nes kommuna tók undir við tí, men Runavíkar kommuna og Heilsu- og Innlendismálaráðið ynsktu ikki at endurskoða avtaluna, men halda fast í verandi, sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

 

Artur Johansen sigur, at tey gjørdu avtaluna tí tey sóu ein møguleika fyri at fáa betri hølisviðurskiftir og betri møguleikar fyri at fáa fastar læknar.

 

- Í avtaluni frá 2014 valdi mann at halda fram við gomlu skipanini, inntil koyrandi er millum Strendur og Runavík. Tá skuldi læknin einans halda til í Runavík. Tað hava hini so ynskt at effektuera, meðan vit mæla til at inntil koyrandi er, skal lækni verða á Strondum í eina viku og í Runavík eina viku, sigur Artur Johansen. Hann sigur víðari, at læknarnir siga, at tað er ov nógv ferðing við gomlu skipanini.

 

Artur Johansen er tó ikki uttan mót, men sigur, at hetta er ein snávingarsteinur, sum nokk skal fáast uppá pláss.

 

- Økið er tvíbýtt millum land og kommunur, tí eru so nógv innyvir hetta. Tí kann tað skjótt gerast ein fløkja. Eg síggi hetta tó ikki sum eina ósemju, men sum ein snávingarstein, ið vit fáa av vegnum. Partarnir hittast aftur skjótt og tá vænti eg, at málið flytir seg. Hetta fer at laga seg til seinast, sigur Artur Johansen.