Hondbóltur
Hóast ítróttarliga gongdin hjá VB hevur verið hampuliga góð seinastu tíðina, so eru tey alt annað enn væl nøgd fyri tíðina har suðuri.
Orsøkin er, at tað ikki eydnaðist at avgreiða dystin móti Tjaldri sunnudagin, og at tað tískil er líkt til, at liðið skal spæla ikki færri enn sjey dystir í januar mánaði. Hetta er treytað av, at VB vinnur komandi fjórðingsfinaluna í styepakappingini, har tær skulu hitta Tjaldur.
Ringt veður
Orsøkin ,til at dysturin varð útsettur, var, at runavíkingar mettur veðrið vera ov ringt til at fara suður, og tí vórðu avboð send vágbingum.
Annars hóttu dómaraviðurskiftini eisini við at avlýsa dystin, men sum vit hava skilt, so var hetta tó fingið í rættlag, so dysturin kundi avgreiðast.
Dennis Holm sigur vegna VB, at tey hava sent Hondbóltssambandinum bræv, har tey gera vart við sína ónøgd um, at dysturin soleiðis er útsettur, men enn vita vit ikki, hvørja støðu HSF hevur til hetta.
Orsøkin til ónøgdina er fyrst og fremst, at tey í VB ikki meta, at veðrið var somikið vánaligt, at tað gjørdi ferðingina hjá Tjaldri somikið strævna, at dysturin skuldi avlýsast av teirri orsøk.