-KT-stevnan átti at verið hildin triðja hvørt ár, heldur enn á øðrum hvørjum ári. Vit hava nógv at gera frammanundan, og ein slík stevna krevur nógva fyrireiking, sigur KT-stjórin á Farodane, Rolf Herup Olsen
Farodane raðfestir KT-stevnuna høgt, og fyritøkan hevur fyrireikað seg væl til stevnuna í ár. Drúgvu fyrireikingarnar síggjast eisini aftur. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at básurin hjá Farodane er millum teir snøggastu á KT-stevnuni.
-Stevnan er eitt frálíkt átak. Tað er strævið at luttaka, men sanniliga eisini áhugavert, tí sum virkið fært tú nógv burturúr, sigur Rolf Herup Olsen
Broytt mið
Tað er aðru ferð, at Farodane tekur lut á KT-stevnuni. Fyri tveimum árum síðan legði Farodane dent á sonevndu harðu vørurnar sum telduútbúna og annað. Hesaferð hevur Farodane valt at raðfesta øðrvísi.
-Sum virkið fevna vit breitt og tað ber ikki til at hava alt við á eini slíkari stevnu. Hesaferð hava vit lagt okkum eftir software, og tað vísir seg at verða eitt rætt val, tí nógv fólk hava vitjað okkum, sigur KT-stjórin á Farodane
Rolf Herup Olsen heldur, at KT-stevnan í ár er betur eydnað enn fyri tveimum síðan.
?Seinastu ferð manglaði fokus. Hesaferð hava fyrireikingarnir lagt seg eftir vinnuni og tað er avgjørt ein broyting til tað betra, vísir Rolf Herup Olsen á.
Fleiri fyrispurningar
Spurdur, um Farodane hevur fingið nakrar ítøkiligar fyrispurningar á stevnuni, svarar KT-stjórin á Farodane, at fleiri hava vent sær til Farodane, men enn er ov tíðliga at siga um nakað ítøkiligt spyrt burturúr.
-Vit hava havt nógvar fyrispurningar. Nærum allir fyrispurningar hava verið reellir og serøsir og tað er avgjørt at fegnast um, sigur Rolf Herup Olsen at enda.