Straffi

Bent Djurhuus var ikki í iva um, at hann átti brotskast fram móti dystarenda, men hóast hetta, so helt hann, at hann og liðfelagarnir bert kundu takka sær sjálvum fyri, at talan ikki gjørdist um triðja steypasigurin á rað

Silvurmerkið

Tað var ein vónbrotin Bent Djurhuss, sum Sosialurin fekk fatur á eftir finaludystin. Sjey sekdun fyri leiklok var hann einsamallur ávegis Kyndils-málinum, og sjálvur ivaðist hann ikki, at talan var um brotskast.
- Tað er so einki at ivast í. Maðurin kemur aftan ífrá og skræðir meg niður. Eg fái gott nokk skotið, men eg eri fullkomuliga úti av balansu, so her er einki at ivast í.

Sjálvir skuldina
Hóast keðiligu støðuna við dytarlok, so helt Bent tó ikki, at nøkur orsøk var at geva dómarunum ábyrgdina fyri, at dysturin varð taptur.
- Nei, tað kann mann ikki siga. Sjálvandi kenni eg meg snýttan í hasum førinum, men hinvegin er so nógv annað, sum vit gera galið, og tá nyttar tað einki at flyta ábyrgdina aðra staðni. Hatta er tó ein støða, sum íkemur minni enn 10 sekund fyri leiklok, so tað er náttúrligt, at fokus verður sett á akkurát hasa støðuna.

FM er eftir
Fýra tey seinastu árini er tríggjar ferðir hent, at tapararnir í steypafinaluni hava vunnið FM-heitið. Tá vit nevna hetta fyri Bent, er hann skjótur av svara, at í so máta var tapið kanska ikki so galið.
- Nú hava vit í øllum førum bara eitt at hugsa um, og vit liggja eisini hampuliga væl fyri. Nú mugu vit tó fyrst og fremst fáa hetta vónbrotið úr høvdinum, og longu mikudagin hava vit dyst móti H71, so tað eru ikki ráð at hanga við høvdinum. Men í dag er tað í øllum førum hart, segði Bent Djurhuus at enda.