Fyrstu dystirnir í strandarflogbólti hava júst verið á skránni her á Jersey.
Kvinnurnar, ið eru tær báðar møðgurnar, Randi og Anna Larsen, spældu á tí eina vøllinum móti vertunum úr Jersey.
Hóast Randi og Anna Larsen vóru væl við í fyrsta settinum, so taptu tær fyrsta settið 21-18. Í seinna settinum gekk ikki líka væl sum í fyrsta settinum, tí tá taptu tær føroysku kvinnurnar 21-8. Vertirnir úr Jersey vunnu tí 2-0 samanlagt.
Á hinum vøllunum, spældu teir báðir, Jóan Petur á Stongum og Ólavur Jensen. Bæði Jóan Petur og Ólavur hava drúgvar royndir á manslandsliðnum í flogbólti á oyggjaleikum, men hetta er fyrsta ferðin, at teir umboða Føroyar í strandarflogbólti.
Jóan Petur á Stongum og Ólavur spældu móti Minorca, og teir vóru, júst sum kvinnurnar, væl við í fyrsta settinum. Eitt skifti førdu teir enntá 19-14, men tíverri, so endaðu teir við at tapa tað fyrsta settið 23-21.
Í seinna settinum gekk munandi verri. Minorca vann seinna settið heili 21-7. Teir taptu tí eisini, júst sum kvinnurnar, 2-0.
Seinni í kvøld kemur ein samrøða út við Jóan Petur á Stongum, sum var gjørd eftir strandarflogbóltsdystin millum Føroyar og Minorca í dag.
Føroyar – Jersey 0-2 (18-21, 8-21) Strandarflogbóltur kvinnur
Føroyar – Minorca 0-2 (21-23, 7-21) Strandarflogbóltur menn.