Strandferðslan við vera á bryggjuni

Vit røkja okkara uppgávu best við at hava alt virksemið á einum stað, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni

? Tað besta fyri okkum er, at Farmaleiðir vera verðandi á bryggjuni.

So greiður er stjórin á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall, tá vit biða hann um viðmerking til ynskið hjá Tórshavnar Havn um, at partur av virkseminum hjá Farmaleiðum skal fytast av havnarlagnum.

Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðsluni er álagt at røkja farma- og ferðfólkaflutning til hvønn krók í landinum - at »nøkta landsins tørv«, og henda arbeiðssetning ætlar hann at halda.


? Vit hava tí nøkur ynski til Tórshavnar Havn, sum teir tíverri ikki kunnu nøkta. Men eg síggi hetta ikki sum ein trupulleika hjá Strandferðsluni, tí vit hava ein leigusáttmála, sum ikki kann sigast upp fyrr enn í 2011. Tískil er hetta ein trupulleiki hjá Tórshavnar Havn, sigur Reidar Nónfjall.


Hann vísir kortini á, at Strandferðslan fleiri ferðir hevur biðið um greið boð frá Tórshavnar Havn um, hvat teir ynskja í framtíðini, og hann sær hetta skrivið sum ein lið í hesi tilgond.


? Vit tosa væl saman, og eg skilji væl trupulleikan, men skulu vit gera okkara arbeiðið til lítar, so er best, at vit vera verðandi á bryggjuni við øllum virkseminum á einum stað. Á henda hátt røkja vit uppgávuna best, sigur hann.


Reidar Nónfjall heldur tað ikki verða rætt, tá sagt verður, at Farstøðin er eitt umskipingarstað.


? Vøruna, sum vit koyra fyri P/F Poul Hansen heinta vit uppi á Hálsi. Aðrar vørur, sum vit koyra í smærri mongdum - eisini fyri heilsølur, koyra vit náttúrliga frá Farstøðini, sigur stjórin á Strandferðsluni.


Reidar Nónfjall skilir væl, at tað er trupult hjá Tórshavnar Havn at hýsa øllum virkseminum, sum er økt sera nógv seinnu árini. Men hann er ikki heilt samdur í, at tað er rætt at flyta virksemi hjá Strandferðsluni av havnarøkinum.


? Hvussu gera tey aðrastaðni? Hava tey stórar byngjuhavnir mitt inni í hjartanum í býnum? Ella flyta teir samferðsluvirksemi út um býirnar, spyr stjórin, uttan tó sjálvur at koma við einum svari.

Reidar Nónfjal vísir eisini á, at tað eisini átti at havt áhuga hjá Tórshavnar Býráð, at tað verður tikið væl ímóti bygdafólki, sum koma til Havnar.


? Hetta átti sjálvandi at verið ein vinningur fyri býin, heldur hann.