Strandferðslan skal gerast til partafelag

Ein partur av samferðslupakkanum hjá landsstýrinum er at gera almenna stovnin til eitt partafelag

Summi vilja vera við, at talan kann vera um íslendska skipið »Herjólvur III«, sum kann koma upp á tal afturat á suðuroyarleiðini. Skipið hevur røkt farleiðina út í Vestmannaoyggjar Herjólfur III, er bygdur í Flekkefjord í Norra í 1992 og er 70,5 m. langur og 16,0 m. breiður – og er bygdur at sigla í Norðuratlantshavi. Herjólfur III varð í summar lýstur til sølu og kann keypast fyri umleið 30 mió. kr.

Strandfaraskipa Landsins skal gerast til eitt partafelag. Hesum boðaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, frá á tíðindafundi í Tinganesi fyrrapartin.

Ætlanin er at keypa eina ferju aftur at Smyrli til suðuroyarsiglingina. Talan er um eina gamla ferju, sum helst kann fáast fyri nakað sama prís, sum tað kostar at leiga eina ferju í nakrar vikur fyri Smyril. Ætlanin við ferjuni er at hon skal sigla við farmi fýra dagar um vikuna og so loysa smyril av sum ferðamannaskip, tá Smyril er í dokk.

##med2##

Tá hendan ferjan siglir sum farmaskip, tekur hon, eins og Hasfjord um Skopunarfjørð, bara 12 ferðafólk.

At Strandferðslan skal gerast til partafelag merkir, at hon verður tikin av fíggjarlógini hjá Løgtinginum. Tá verður hon eitt partafelag, sum verður leyst av politikarunum, og verður stjórnað av leiðslu og eini nevnd, sum landsstýrismaðurin velur.

Slík almenn partafeløg eru eitt nú P/F Atlantic Airways, P/F Postverk Føroya og P/F Vága Floghavn, P/F Telefonverkið, P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin og P/F Eystur- og Sandoyartunlar. Nú kemur so P/F Strandfaraskip Landsins afturat.