U21 EM: Sveis megnaði javnleik móti Fraklandi í okkara bólki

Føroyar eru enn fremst, men hini londini eru beint aftanfyri á stigatalvuni

Ein dystur var fríggjakvøldið leiktur í EM-undankappingarbólkinum hjá føroyska U21-landsliðnum.

 

Í Lausanne í Sveis leiktu Sveis og Frakland javnleik 1-1. 

 

Alessandro Vogt legði Sveis á odda sjey minuttir undan steðginum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Eli Junior Kroupi fyri Frakland.

 

Føroyar eru fremst í undanbólki C við níggju stigum fyri fimm dystir. Sveis og Ísland hava átta stig hvør. Sveis fyri fýra dystir, og Ísland fyri fimm dystir. Frakland hevur sjey stig á fjórða plássinum, men teir hava bert leikt tríggjar dystir. Estland er næstaftast við tveimum stigum, og Luksemborg er aftast við einum stigi.

 

Mánakvøldið klokkan 20 spæla Frakland og Føroyar í Stade de Alpes leikvøllinum í Grenoble. 10. oktober vann Frakland 6-0 á Føroyum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Við til søguna hoyrir tó, at Áki D. Samuelsen brendi eitt brotsspark í dystinum.