Strandingar hava ikki fingið bestu byrjanina upp á hondbóltskappingina í ár, har teir báðir fyrstu dystirnir góvu tap móti ávíkavist Neistanum og VÍF. Sum tað sær út, so eru júst hesi bæði liðini tey sterkastu í landinum, og leygardagin hevði StÍF so møguleikan at staðfesta sína støðu, sum triðbesta liðið í landinum.
Hildu ein hálvleik
Hetta kundi best gerast við einum sigri á Kyndli, sum avgjørt ikki hevur fortíðarinnar styrki í løtuni, og sum har afturat er vikna, nú ein eym øksl forðar spælandi venjaranum í at gera nakað við spælið úti á vøllinum.
Tað eydnaðist eisini StÍF at vinna ein hampuligan tryggan sigur, men tað hoyrir eisini við til søguna, at Kyndil alla tíðina stríddist væl fyri sínari søk, og at talan var um ein sera javnan dyst fyrstu 27 minuttirnar.
Fram til tá var nevnliga millum lítil og eingin munur á liðunum. Við tveimum væl uppløgdum skjúttum í Niels Viggo Niclasen og Høgna Klein (tykist bara gerast betri, meira ábyrgd hann fær) hevði Kyndil neyðugu skotstyrkina til at halda seg inni í dystinum, men sálarliga mundi tað vera sera tungt, at gestirnir beint fyri hálvleik sluppu at skjóta trý mál á rað.
Ferð á álopið
Tá teir so eisini fingu lagt meira sjógv niður til Kyndil tíðliga í seinna hálvleiki, stóð dysturin satt at siga ongan tíð til at venda. Hóast teir grønu royndu at gera onkran vørrin, so høvdu strandingar alla tíðina tamarhald á, og spakuliga kundi so eisini hómast hin eyðkendi StÍF hondbólturin, har presspælið í álopspartinum veruliga tagaði mótstøðuverjuna sundur.
Tað er eingin loyna, at seinnu árini hevur tað helst verið StÍF, sum hevur sýnt vakrasta álopshondbóltin, og megna teir aftur í ár at fáa veruliga gongd í hetta, so er einki at ivast í, at teir í øllum førum fara at órógva oddaliðini ? og kanska meira enn tað.
Mugu hugsa frameftir
Hjá Kyndli er setningurin hinvegin at byggja upp, og hóast breiddin er dekan ov lítil, og royndirnar eru ov fáar, so skerst ikki burtur, at liðið longu nú hevur nakrar hornasteinar at byggja liðið á. Stóri spurningurin í hesum er, hvussu leingi teir grønu kunnu halda upp á leikarar sum Janus Einar Sørensen og Høgna Klein. Fíggjarliga telist felagið ikki millum tey sterkastu, og tað má sigast at vera stórt spell, tá hugsað verður um fyrrverandi kyndilsmenn, sum nú eru at síggja í øðrum feløgum.
Beiski veruleikin er tó, at hondbólturin í dag eisini er vorðin ein spurningur um pengar, og bert tíðin kann vísa, um fyrrverandi risin ? sum í dag er á knøunum ? í framtíðini megnar at spæla við í hesum spæli.
Dysturin í tølum
Kyndil-StÍF 23-29 (11-14)
Málskjúttar:
Kyndil: Høgni Klein 7, Niels Viggo Niclasen 7, Ragnar Simonsen 3, Janus Einar Sørensen 3, Hanus Kúrberg 2, Gunnar Wardum 1
StÍF: Artur Johansen 7, Alexandur Johansen 4, Jón Rasmussen 4, Marius Joensen 4, Costin Dumitrescu 3(1), Sveinur Justinussen 3(2), André F. Danielsen 3
Brotskøst: Kyndil 4, StÍF 5
Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 6
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen. Sum so ikki tað stóra at finnast at, men ta einu ferðina kundi reyða kortið verið tikið fram.