Strandingar vóru kroystir

Kollfirðingar høvdu takið á strandingum í 50 minuttir, men máttu at enda geva skarvin yvir


 

KÍF-StÍF 23-27 (14-11)


Hondbóltur


Tað man hava kenst heldur striltið hjá kollfirðingum at spæla hondbólt hetta kappingarárið, har teir alla alla tíðina hava verið partur av botnstríðnum í bestu mansdeildini.

Ikki tí at leikluturin er teimum so ókendur, men heldur tí teir ivaleyst halda seg eiga eina betri lagnu uppiborna. Í nógvum av dystnum móti sterkaru liðunum hevur tað verið nær við og beint við síðuna av, men so at siga hvørja ferð hava teir mist móti endanum.


Hildu í 50 minuttir

Soleiðis var eisini hjá teimum sunnudagin. Áðrenn strandingar høvdu varnast, at teir nú skuldu royna at spæla ein hondbóltsdyst, høvdu kollfirðingar skotið seg fram um, og hesa leiðslu hildu teir fast við allan hálvleikin.

Seiunna umfarið helt góða gongdin við, og fleiri mundu helst trúgva, at tað hesa ferð skuldi eydnast kollfirðingunum at koppa einum av teimum stóru.

Einnan tríggjar minuttir seint í dystinum var alt hetta koppað á høvdið. Meðan kollfirðingar vórðu raktir av eini útvísing, struku gestirnir avstað, og tá teir fyrst høvdu vunnið seg fram um, megnaðu teir eisini at halda fast um leiðsluna.


Hekk ikki saman

Eftir dystin fingu vit orðið á John Petersen, sum aftur í vetur gevur StÍF eina hjálpandi hond, og hann var skjótur at ásanna, at talan var um tvey góð stig at fáa, men at dysturin sum so ikki var nakað serligt.

- Hatta var ein stak ringur dystur frá okkara síðu, og vit fingu so at siga einki at hanga saman.. Tíbetur fáa vit nøkur skjótálop móti endanum, soleiðis at dysturin koppar til okkum,

- Undir øllum umstøðum var stórur munur á hesum dystinum og so dystinum móti Neistanum mikudagin, sigur John, sum eisini ásannar, at tað kansak júst eru steypadystirnir, sum vóru orsøk til laka spælið sunnudagin.

Stigini fingu strandingar tó heim við sær, og um ikki annað kunnu teir fegnast um, at tað eisini eydnast at fáa stig, tá spælið kanska ikki akkurát er til tess.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

KÍF Dorica Tomic 8(3), Ilija Topic 8, Petur Martin Poulsen 5, Petur Martin Johansen 1, Jákup Dam 1

StÍF: Artur Johansen 7(4), John Petersen 5, Marius Joensen 5, Kristian Petursson 4, Jón Rasmussen 2, Costin Dumitrescu 2, Alexandur Johansen 1, Andre Danielsen 1

Brotskøst: KÍF 3, StÍF 4

Útvísingar: KÍF 6, StÍF 3

Dómarar úr H71/Kyndli: Petur S. Dahl og Gunnar Gregoriussen