Tað var Bjørg Poulsen Gøtuskeggi, sum í gekka-spælinum í kvøld fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum.
Hon valdi at leggja tær 2,6 miljónir krónurnar, sum høvuðsvinningurin í kvøld var, í teir tríggjar leyparnar við 900.000 krónum í hvørjum.
Jórun Nielsen var fjarritari, og longu í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við fimm gav 100.000 krónur.
Bjørg Poulsen Gøtuskeggi var nøgd við vinningin, hon náddi longu í fyrsta drátti og 100.000 krónur ríkari í kvøld takkaði hon fyri seg.