Til jóla kom Álmanakkin, sum H. N. Jacobsens Bókhandil hevur givið út í 85 ár, og tá kom eisini út fyri 9. ferð Skipalistin, sum Dimmalætting seinastu árini hevur givið út.
Báðar bøkurnar hava streymkort, og enn eina ferð eru kortini ikki eins.
Í 26 ár var tað Poul Johannes Johansen, fyrrverandi stjóri á Føroya Sjómansskúla, sum gjørdi streymkortini til Álmanakkan.
Síðan tók sonurin Kristian Johansen yvir, og hann hevur gjørt kortini nú í fleiri ár nú, og tað hevur hann gjørt eftir sama leisti sum pápin.
Hann heldur síni streymkort vera rættiliga álítandi, og tey eru eftirkannað av donsku sjóverjuni.
Onkur roknifeilur kann koma fyri, men tað er ikki tað stóra, sigur Kristian Johansen.
Kristian Johansen hevur frætt um menninar, sum komu illa fyri í Skopunarfirði.
Tveir roknimátar
Munurin millum streymkortini í Álmanakkanum og tey í Skipalistanum kemur av, at teir, sum gera kortini, brúka ymiskar roknihættir.
Petur Hans Dahl, varastjóri á Vinnuskúlanum ger kortini í Skipalistanum.
Hansara kort verða brúkt í Dimmalætting og eru eisini at finna á heimasíðuni hjá Vinnuháskúlanum.
Petur Hans Dahl sigur, at hann fleiri ferðir er gjørdur varugir við feilir í kortunum.
Hann ásannar, at tá ið kortini eru ymisk, kunnu øll ikki vera røtt, men hann heldur seg hava rætt.
- Tað besta hevði verið, um vit báðir settu okkum saman og funnu útav, hví kortini eru ymisk, sigur Petur Hans Dahl.
Hann heldur tað vera gott at fáa at vita, tá ið feilir hava verið í kortunum, tí tað fær hann at ansa betur eftir næstu ferð.
Í hini greinini á síðuni greiðir Heiðrikur frá, hvussu hann kom í neyð av at líta á streymkort.
Sosialurin hevur tosað við nakrar útróðrarmenn. Summir brúka Skipalistin, og aðrir brúka Álmanakkan.
Rúni Poulsen í Nólsoy sigur, at teir altíð hava hildið seg til kortini í Álmanakkanum, og teimum hava teir góðar royndir av. Hini kortini hevur hann ongantíð brúkt.
Auðunn Konráðsson í Klaksvík sigur, at tey seinnu árini hava teir hildið seg til Skipalistan, og hann hevur ikki frætt um, at nakar har er komin fyri av skeivum streymkortum.
Mortan Johannesen í Havn vísir á, at streymkortini ikki altíð kunnu halda, tí ættin ger sítt, nær mánin er næstur jørðini og onnur viðurskifti.