Stríð millum heimleys um tómt hús í Havn

Løgreglan fekk í nátt tvær fráboðanir um harðskap í sambandi við, at heimleys stríðast um, hvør skal sleppa inn í ein tóman bygning í Havn

 

Talan er um gamla bakaríbygningin hjá Frants Restorff í miðbýnum í Havn, sum stendur tómur. Húsavarðatænastan eigur bygningin, sum skal takast niður, tí íbúðir skulu byggjast har. 

Seinastu tíðina hava heimleys leitað sær skjól í bygninginum.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tey heimleysu ikki hava loyvi at vera í bygninginum, og tað tað heldur ikki trygt at vera í bygninginum.

– Vit hava skilt, at har eru millum 6 og 20 heimleys fólk inni. Í nátt var so ósemja millum tey heimleysu um, hvar skuldi sleppa inn og ikki, og tað førdi so til tvær fráboðanir um harðskap, sigur vaktleiðarin.

Hann vísir eisini á, at tað ikki er tí, at onkur ynskir at blaka fólkini út á gøtuna, men har er ikki trygt at vera, og tað má okkurt vera við.

Annars hevur borgarstjórin í Havn boðað frá, at hann hevur tikið málið um tey heimleysu upp og fer at virka fyri, at tey fáa at stað at vera um náttina.