Myndin er frá 5. februar í fjør, har brúgvin - Gordie Howe - er í gerð. Donald Trump hótti í gjár á Truth Social við at steðga upplatingini av brúnni

Stríð um brúgv millum Ontario og Michigan

- Eg fari ikki at loyva upplating av brúnni, fyrr enn USA hevur fingið fult endurgjald fyri alt, sum vit hava givið teimum, og her sipar forsetin til Kanada

Myndin er frá 5. februar í fjør, har brúgvin - Gordie Howe - er í gerð. Donald Trump hótti í gjár á Truth Social við at steðga upplatingini av brúnni

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti í gjár við at steðga upplatingini av nýggjari brúgv millum USA og Kanada.

 

Sambært forsetanum eigur USA í minsta lagi helvtina av brúnni, Gordie Howe, sum skal knýta kanadiska landslutin Ontario saman við amerikanska statinum, Michigan.

 

- Eg fari ikki at loyva upplating av brúnni, fyrr enn USA hevur fingið fult endurgjald fyri alt, sum vit hava givið teimum, og her sipar forsetin til Kanada. 

 

Donald Trump leggur aftrat, at Kanada skal viðgera USA við tí rættvísi og virðing, sum USA hevur uppiborið.

 

- Vit fara undir samráðingar beinanvegin, skrivar amerikanski forsetin á sínum sosiala miðli.

 

Sagt verður um brúnna, at hon kostar 4,7 milliardir dollarar - ella einar 29,5 milliardir krónur, og ætlanin er, at brúgvin skal lata upp seinni í ár.

 

- Amerikanski forsetin finst eisini at Kanada fyri ikki at hava keypt nóg mikið av tilfari og veitingum úr USA til byggingina av brúnni, skrivar Ritzau við eitt nú AFP sum keldu.

 

 

 


 

 

Myndin er frá 5. februar í fjør, har brúgvin - Gordie Howe - er í gerð. Donald Trump hótti í gjár á Truth Social við at steðga upplatingini av brúnni