Evropiski Miðbankin (ECB) hækkar leiðandi rentuna við 0,75 prosentstigum í eini roynd at linka inflatiónina. Tað upplýsir EBC í tíðindaskrivi.
Rentuhækkingin er tann størsta hjá EBC síðani 1999, tá miðbankin varð stovnaður, og fleiri búskaparfrøðingar staðfesta, at hendan avgerðin skrivar seg í søgubøkurnar.
– Fyri fyrstu ferð í meira enn 10 ár er rentan hjá EBC nú yvir 0 prosent, skrivar Jeppe Juul Borre, leiðandi búskaparfrøðingur í Arbejdernes Landsbank.
ECB hækkaði í juli rentuna fyri fyrstu ferð síðani 2011. Harvið er rentan upp á hálvanannan mánað farin úr -0,50 til nú 0,75 prosent.
Rentuhækkingin er svarið frá miðbankanum upp á inflasjónina, sum setir met kring Evropa.
Við aftur at gera tað dýrari at læna pengar linkar eftirspurningurin, so príshækkingarnar hæsa av.
– Dagsins søguliga rentuhækking vísir greitt, at EBC nú hevur viðgingið, at tey eru farin ov seint í gongd við at stríðast ímóti søguliga høgu inflasjónini í evroøkinum, skrivar Tore Stramer, búskaparfrøðingur í Dansk Erhverv.
Miðbankin skrivar í tíðindaskrivinum, at har verður roknað við, at rentan hækkar enn meira komandi tíðina.
– Inflasjónini í evruøkinum er hækkað til 9,1 prosent nú – eitt støði, sum EBC ongantíð hevur upplívað áður, skrivar Bjørn Tangaa Sillemann, senioranalytikari í Danske Bank.
– Við hægri inflasjón fáa vit eina rúgvu av óvissum fyri virki og brúkarar, tí eingin veit, hvussu útreiðslurnar verða í framtíðini, skrivar hann.
Hægri rentur merkja, at tað aftur verður dýrari at læna pengar.
Í 2010 árunum lækkaði EBC rentuna niður í botn fyri at fáa ferð á nýtsluna. Men tað er liðugt nú, tá inflatiónin er farin til himmals.
EBC er miðbanki fyri londini, sum brúka evruna. Tað gera Føroyar og Danmark ikki, men rentan smittar kortin av upp á donsku krónuna.
Tað er tí, at Danmark hevur ein fastkurspolitik mótvegis evruni, so evran altíð kostar áleið 7,50 krónur.
Tí fylgir danski tjóðbankin næstan altíð ECB, so rentuhækking er eisini væntandi í Danmark og harvið eisini í Føroyum og Grønlandi.
/ritzau/