Bæði Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg hava sagt, at tað væl kunnu liva við, um hin teirra vinnur stríðsvalið, sum í morgin verður um forkvinnusessin í Tjóðveldi.
Men tað hevur áður ført til misnøgd, tá menn hava tapt stríðstval í øðrum flokkum.
Javnaðarflokkurin
Jóannes Eidesgaard í Javnaðarflokkinum hevur tvær ferðir verið í stríðsvalið um leiðsluna í Javnaðarflokkinum – og tvær ferðir tapt stríðið. Tað vil siga, at fyrru ferð stóð stríðið um løgmanssessin, sum so nátúrliga førdi til, at tann tók við sum formaður í Javnaðarflokkinum, sum vann stríðið um løgmanssessin.
Fyrru ferð, varð tá Atli P. Dam legði frá sær sum formaður. Hann boðaði eftir løgtingsvalið í 1990, tá hann tók við sum løgmaður fyri fimtu ferð, frá, at hann fór bara at sita hálvt valskeiðið.
Og tá komið var út í januar í 1993 upprann dagurin, tá Atli Dam legði frá sær sum løgmaður. Floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum kom saman at velja í millum tey trý uppskotini, sum vóru til nýggjan løgmann. Tey vóru umframt Jóannes Eidesgaard eisini Thomas Arabo og Marita Petersen.
Úrslitið varð, at Marita Petersen varð vald sum tann, sum skuldi taka við sum løgmaður og tí nátúrliga eisini sum forkvinna í Javnaðarflokkinum.
Tá segði Jóannes Eidesgaard við útvarpið, at hann »umhugsaði støðu sína í Javnaðarflokkinum« eftir at hann ikki fekk undirtøku frá floksleiðsluni at gerast løgmaður.
Tað hendi tó ikki meira. Seinni um várið varð Marita Petersen so formliga vald til forkvinnu í Javnaðarflokkinum á landsfundi í Miðvági.
Tvey ár seinni, í 1995, stillaði Jóannes Eidesgaard upp ímóti Maritu Petersen á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum, sum varð hildin á Kambsdali. Jóannes Eidesgaard tapti stríðsvalið, og Marita Petersen helt fram sum forkvinna.
Í 1996 legði Marita Petersen frá sær sum forkvinna í Javnaðarflokkin. Tá var bara eitt uppskot til formann, sum var Jóannes Eidesgaard, sum tá varð valdur til formann.
Sambandsflokkurin
Sambandsflokkurin hevur eisini havt uppgerðir og stríðsval um formanssess.
Í 2001 stillaði Lisbeth Petersen upp ímóti Edmundi Joensen, sum hevði sitið sum løgmaður frá 1994 til 1998. Sambandsflokkurin tapti valið í 1998, sum var tað ringasta valið hjá flokkinum nakrantíð, hann fekk 18,1 prosent, og so lítla undirtøku hevur flokkurin hvørki havt fyri ella síðan.
Lisbeth Petersen vann stríðsvalið, sum fór fram á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í Læraraskúlahøllini í Havn.
Lisbeth Petersen legði frá sær sum forkvinna eftir valið í 2004. Tá var Kaj Leo Holm Johannesen valdur til formann uttan mótvalevni.
Aftur í 2006 var stríðsval í Sambandsflokkinum. Tá stillaði Johan Dahl upp ímóti Kaj Leo Holm Johannesen. Johan Dahl tapti, og var so misnøgdur við løku undirtøkuna, hann fekk, at hann meldaði seg úr Sambandsflokkinum.
Hann blíðkaðist tó aftur, og tveir mánaðir seinni var Johan Dahl aftur limur í Sambandsflokkinum og er valdur á ting fýra ferðir síðani tá fyri Sambandsflokkin.
Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin hevur eisini havt síni stríðsval. Fólkaflokkurin hevði eina øðrvísi skipan, har tingmanningin valdi formannin. Tá Anfinn Kalsberg legði frá sær í 2007 varð Jørgen Niclasen valdur til formann. Tá var stríðsval millum hann og Bjarna Djurholm.
Royndir vóru eisini gjørdar at fáa Anniku Olsen at stilla upp ímoti honum, men fløkta skipanin hjá Fólkaflokkinum gjørdi, at tað bar ikki til.
Tá Jørgen Niclasen legði frá sær í 2022, var eisini stríðsval. Tá var skipanin broytt í Fólkaflokkinum, so ein floksleiðsla skuldi velja nýggja formannin. Beinir Johannesen og Christian Andreasen stillaðu upp, Christian Andreasen dró longra stráið.
Upp undir seinasta løgtingsval í 2022 legði Christian Andreasen frá sær sum formaður og boðaði frá, at hann ikki stillaði uppaftur. Tá var Beinir Johannesen valdur til formann uttan mótvalevni.
Tjóðveldi
Høgni Hoydal stillaði upp ímóti Heina O. Heinesen í 2000 og vann stríðsvalið.
Og í morgin er so aftur fyri fyrstu ferð síðani 2000 stríðsval í Tjóðveldi, hesaferð um, hvørt Bjørt Samuelsen skal stjórna Tjóðveldi, ella Sirið Stenberg.
Svarið fáa vit um middagsleitið í morgin.