Stroymið kvinnulandsdystin

Føroyska kvinnulandsliðið er komið væl til Slovakia, har tveir landsdystir eru á skránni, hin fyrri í dag, fríggjadagin kl. 17.00, og hin seinni leygardagin kl. 14.00.

Dysturin í dag kann stroymast á live.hsf.fo, og kemur kunning viðvíkjandi seinna dystinum seinni. Tvær broytingar eru í føroyska hópinum. Brynhild Pálsdóttir hevur ein skaða at dragast við, og var Súna Krossteig Hansen eisini óheppin og beklaði undir venjing mikudagin. Í teirra stað eru komnar Karin Egholm og Fríða Nolsøe Olsen, sum báðar eisini hava verið við til venjingarnar í vikuni. Hópurin í Slovakia telur sostatt hesar leikarar:

 

Málverjar:

Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)

Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

 

Útileikarar:

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)

Karin Egholm, H71

Rannvá Olsen, VÍF

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Brynja Høj, Neistin

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Elsa Egholm, H71

Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)

Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)

Fríða Nolsøe Olsen, VÍF

Lukka Arge, H71