ALMANNA– OG MENTAMÁLARÁÐIÐ
Stuðul til mentan og list
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025 er peningur settur av til stuðul til mentanarlig tiltøk, stuðul til
myndlistafólk og stuðul til barna- og ungdómsarbeiði. Stuðulin verður umsitin við heimild í
løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m.
Stuðul til
mentanarlig tiltøk
Stuðulin til mentanarlig tiltøk verður játtaður sum
verkætlanarstuðul ella annar stuðul til einstaklingar,
bólkar ella feløg.
Játtanin er 1.120,000 kr.
Freistin at søkja er 25. mars 2025.
Stuðul til myndlistafólk
Stuðulin til myndlistafólk verður játtaður
einstaklingum til útbúgving, eftirútbúgving og
námsferð.
Tá stuðul verður játtaður, verður í fyrstu atløgu
raðfest at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru
atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari
yrkisleið. Játtanin er 150.000 kr.
Freistin at søkja er 25. mars 2025.
Stuðul til
barna- og ungdómsarbeiði
Tann upphædd, ið Almanna- og mentamálaráðið
umvegis sp/f Ítróttarvedding fær burtur av
veddingarpengunum, verður nýtt sum stuðul til
verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung.
Tey, ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri
verkætlanum, sum eru børnum ella ungum til
gagns, eru vælkomin at søkja.
Tá ið stuðul verður játtaður, verða umsóknir frá
umsøkjarum, sum ikki hava játtan á fíggjarlógini,
ella sum ikki eru fevndir av kommunalari játtan,
raðfestar fyrst.
Játtanin, sum er 15% av veddingarpengunum,
verður kunngjørd í apríl/mai. Hon hevur seinastu
árini ligið um 2 mió. kr.
Freistin at søkja er 15. apríl 2025.
GG! Umsóknir um stuðul til fløgu- og bókaútgávu
skulu sendast til Mentanargrunn Landsins.
GG! Frá 1. januar 2025 er tað Mentanargrunnur
Landsins, sum umsitur stuðul til film.
Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarbløð og
vegleiðingar eru at finna á heimasíðu okkara: www.ammr.fo kunnu fáast við at venda sær til:
Almanna- og mentamálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Telefon 30 40 00
t-postur.: studul@ammr.fo