Íslendska fyritøkan Nordic Video hevur gjørt eina DVD-røð um Føroyar.
Fleiri føroyskar fyritøkur hava stuðlað filmunum, og ein hópur av føroyingum hava á ein ella annan hátt verið við til at gjørt filmarnar.
Talan er um nógvar stuttfilmar savnaðir saman fyri føroysku oyggjarnar, hvør sær.
Í filminum um Streymoynna er ein stuttur filmur um Fiskaaling, sum kann síggjast umvegis heimasíðuna fiskaaling.fo
Myndir vera vístar av virkseminum hjá Fiskaaling, samstundis sum greitt verður frá á enskum.
Endamálið hjá Fiskaaling er at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni.
Uppgávan hjá stovninum er eisini at reka vinnuligt virksemi innan hetta virksemisøki og annað starv í hesum sambandi, og visjónin hjá Fiskaaling er - dygd til alivinnuna.
Stjóri í Fiskaaling er Kristian Petersen.