Stuttgart vann við 9 monnum

Týska felagið Stuttgart skuldi veruliga stríðast fyri sigrinum í dystinum ímóti Bielefeld. Tá ið Bochum javnaði til 1-1 við brotssparki, var verjuspælarin Ricardo Osorio so illur, at hann tók í dómaran, og so fekk hann reytt kort. Hóast ein mann færri á vøllinum legði Stuttgart seg fram um 2-1, men Bielefeld javnaði til 2-2. So fekk Antonio da Silva reyða kort, og hóast Stuttgart spældi seinastu 10 minuttirnar við 9 monnum, eydnaðist tað teimum at gera sigursmálið til 3-2.