Fyrsta eftirmetingin av Fróðskaparsetrinum varð almannakunngjørd í dag.
Tað eru Linda Nielsen, professari og dr. jur. við universitetið í Keypmannahavn, Jürg Glauser, professari Dr. Phil. við universitetið í Zürich og í Basel og Jón Torfi Jónasson, professari, PhD. við Háskóla Íslands, sum hava sitið í eftirmetingarnevndini.
Tey vísa á, at størsta styrkin hjá Setrinum, er tað monopol, sum Fróðskaparsetrið hevur, við tað, at tað er einasti lærdi háskúli í landinum. Fróðskaparsetrið hevur stórt "output," verður víst á í eftirmetingini, og á ávísum økjum er Setrið væl stillað, hvat viðvíkur førleikum og møguleikum fyri víðari gransking, til dømis innan mat, ferðavinnu og sniðgeving.
Veikleikin hjá Setrinum er, at tað eru lutfalsliga fáir granskarar á stovninum og tí eisini fáar útbúgvingar. Hetta førir millum annað til vantandi gransking á ymiskum økjum. Eftirmetingin vísir eisini á, at Fróðskaparsetrið hevur ov lítla vísindaliga framleiðslu.
Eisini verður tað tikið fram sum ein veikleiki, at undirvísingin er spjadd um í Havnini, og ikki samlað á einum stað.
- Her manglar eitt lestrarumhvørvi og lestrarhentleikar, har ímillum eitt samlað skúlaøki og næmingaheim, og tað er torført at draga at sær tey bestu føroysku lesandi, sum ofta velja aðrar lærdar háskúlar uttan fyri Føroyar.
Møguleikarnir, ið vístir vera á í eftirmetingini, snúgva seg í stóran mun um betri samstarv. Betri samstarv við undirvísingardeplar í øðrum londum og betri samstarv við føroysku vinnuna, so sum fiskivinnuna, alivinnuna og ferðavinnuna.
Vandarnir, ið víst verður á, knýta seg tætt at avbjóðingunum, ið eru nevndar omanfyri. Tann manglandi vísindaliga framleiðslan og avbjóðingarnar knýttar at, at fáa føroysk lesandi at lesa í Føroyum, eru størstu hóttanirnar. Manglandi skúlaøki og næmingaheim eru eisini vandar.