JEF (Joint Expeditionary Force) er eitt verjusamstarv, sum er undir bretskari leiðslu - eitt samstarv, sum kann seta slík tiltøk í verk eftir lutfalsliga stuttari tíð.

Styrkja eftirlitið í Eystursjónum við 20 herskipum

Orsøkin til, at herskipini nú skulu sigla kring um í Eystursjónum er fyri at senda Russlandi eitt tekin.

JEF (Joint Expeditionary Force) er eitt verjusamstarv, sum er undir bretskari leiðslu - eitt samstarv, sum kann seta slík tiltøk í verk eftir lutfalsliga stuttari tíð.

Verjumálaráðharrarnir í sonevnda JEF-verjusamstarvinum (Joint Expeditionary Force) hava gjørt av, at umleið 20 herskip skulu hava vaktarhald í Eystursjónum.

Tað veit svenski tíðindamiðilin www.svt.se at siga í kvøld. Sagt verður, at skipini skulu verða komin í Eystursjógvin longu fríggjadagin í hesi vikuni.

Orsøkin til, at herskipini nú skulu sigla kring um í Eystursjónum er fyri at senda Russlandi eitt tekin.

Endamálið hjá skipunum er at verja leiðingar, sum liggja við havbotnin og sum hava týdning fyri undirstøðukervið hjá teimum sameindu um hesar leiðir.

JEF metir øktan vanda vera fyri, at herverk kann verða framt móti hesum partinum av undirstøðukervinum.

- Hetta snýr seg um at hava eitt vakið eyga við Eystursjónum og pørtum av Norðuratlantshavi, sigur svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson, við www.svt.se.

Avgerðin um at skerpa eftirlitið við undirstøðukervinum, sum liggur við havbotnin um hesar leiðir, varð tikin á einum trygdartoppfundi á Gotlandi í oktober. 