Sæð við støðutalvuni í huga var tað púra óvæntað, tá ið næstbesta liðið hjá Suðringum seinnapartin vann 2-1 við Stórá í Trongisvági ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.
KÍ er topplið, og Suðringar hava mannað botnin alt tað, sum er farið av hesum kappingarárinum. Tað gera teir framvegis, men sigur á jóansøku ímóti Giza Hoyvík, sum er næstniðast, og sigur aftur í dag ímóti KÍ, sum er ovast, ber við sær, at tað nú er vón fyri stavn.
Á spælaralistanum hjá Suðringum sæst, at har nú eru nakrir, sum áður hava verið á besta liðnum, og sum nú eru komnir heim í summarfrí. Á spælaralistanum hjá KÍ í dag sást, at fleiri av teimum, ið hava verið stuðlar á liðnum, ikki vóru við ídag. Teir eru upptiknir av royndini hjá felagnum at vinna seg víðari í Europa kappingini.
Úrslitið ber við sær, at Suðringar nú hava tíggju stig, og at tað eru seks stig fram til bjargingina. KÍ er framvegis oddalið við 38 stigum.