Suðuroy undir strikuni

AB er framvegis oddalið í næstbestu fótbóltsdeildini. Munurin millum undan og eftir 20. umfar er, at nú eru argjamenn einsamallir á toppinum.

VB/Sumba misti tvey stig í toppstríðnum, tá ið teir í gjár vóru partur av málleysum javnleiki í Gundadali ímóti HB.

07 Vestur vann fulla úrtøku á Toftum, og tískil eru 07 Vestur og VB/Sumba nú í tættari kapping um næstfremsta plássið. Bæði liðini hava 47 stig, men málmunurin hjá vágamonnum er væl betri, enn hann er tað hjá VB/Sumba.

Málmunurin hjá 07 Vestur er 84-27 ella + 57, og hjá VB/Sumba er hann 46-17 ella +29.

Nú leygardagin fer 07 Vestur at fáa vitjan av AB.

 

20. umfar

AB-TB 1-0 (1-0)

1-0: Allan Michelsen

Reytt kort: Tórur Mortensen, TB

 

B68-07 Vestur 1-4 (0-2)

0-1: Tór-Ingar Akselsen

0-2: Jóan Petur á Stongum

0-3: Jens Erik Rasmussen br

0-4: Jovan Panic

1-4: Óli Olsen

 

EB/Streymur-NSÍ 1-3 (1-2)

0-1: Klæmint A. Olsen

0-2: Kári Hansen br

1-2: Andru Poulsen

1-3: Eddie Mikkelsen

Reytt kort: Niels Pauli Danielsen, EB/Streymur

 

HB-VB/Sumba 0-0

 

KÍ-Víkingur 1-2 (0-1)

0-1: Bárður Hansen

1-1: David Bertholdsen

1-2: Sverri Jacobsen br

Reytt kort: Asbjørn Tungá, KÍ, og Bjarki Vágstún, KÍ

 

Støðan

AB 49

07 Vestur og VB/Sumba 47

TB 36

Víkingur 27

NSÍ 20

HB 18

B68 15

KÍ 14

EB/Streymur 10

Øll liðini hava spælt 20 dystir uttan HB og KÍ, sum hava spælt 19 dystir

 

21. umfar

7. september

07 Vestur-AB

NSÍ-HB

VB/Sumba-KÍ

Víkingur-B68

8. september

TB-EB/Streymur