Suðuroyingar fáa eitt betri avloysaraskip fyri Smyril

Tað verður ikki Galaxy, sum skal avloysa fyri Smyril tá ið hann fer í dokk seinast í september

Tað er nú greitt, at tað verður grikska ferjan, Prince, sum verður avloysaraskip fyri Smyril, tá ið hann fer í dokk seinast í september.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at hann hevur nú skrivað undir sáttmála við reiðaran um at fáa Prince til Føroya í ein mánað, frá 18. september. Hesa tíðina skal hann so røkja suðuroyarsiglingina fyri Smyril, sum fer í dokk.

Annars var talan um at fáa Galaxy at kom aftur til Føroya, eins og tað var her fyri tveimum árum síðani.

Men Hilmar Eliasen sigur, at Prince, sum sama reiðarí eigur, er eitt munandi betri skip enn Galaxy.

 

##med2##

– Prince er heldur størri enn Smyril, og sostatt er hann eisini væl størri enn Galaxy. Somuleiðis tekur Prince áleið sama tal á ferðafólki og bilum, sum Smyril ger, og harumframt er biladekki hægri og smidligari, so tað verður skjótari at fáa bilar og farm í land og umborð aftur.

Prince hevur eisini síðuskrúvu bæði aftan og framman og tað ger hann smidligari at manøvrera við inni í ferjuhavnunum og hann hevur eisini betri stabilisatorar enn Galaxy, og verður sostatt róligari í sjónum.

 

##med3##

Prince siglur 17 -17,5 míl, so sjálv siglingartíðin verður áleið tann sama sum hjá Smyrli. Tó fara manøvreringarnar í ferjulegunum, serliga í Havn, at taka longri tíð, men Strandferðslan fer at bjóða arbeiðið út at sleipibát at trýsta hann at bryggju, fyri at at tað skal vera skjótari.

Prince hevur verið hotellskip í Norðsjónum og í tí sambandi er hevur hann fingið stórar ábøtur innan, so umstøðurnar hjá ferðafólki skuldi verið góðar, sigur Hilmar Eliasen.