Suðuroyarkabarett fyri fullum útblástri

Áskoðarin fekk í øllum førum eina kabarett, ið gekk sum á skinnarum. Sera stuttlig, ferðmikil og tónleikurin var væl spældur.

Ársins Suðuroyarkabarett hevði í kvøld frumsýning, og júst sum undanfarin ár, so fingu áskoðararnir eitt tyssi av vælspældum leikbrotum, oftast gróðursett í heimligum jørðildi, og kryddað við eyðkendum máli og humori, har onki verður beint afturum pallteppið.

 

Síðani mentanarhúsið SALT lat dyrnar upp, og Suðuroyar Sjónleikarafelag sá dagsins ljós, hevur sjónleikur og kabarett verið fastur táttur av skránni í SALT. Tað er nú vorðið siðvenja, og Suðuroyarkabarettin 2023 hevði í kvøld frumframførslu, og hon stendur so púra onki aftanfyri tær undanfarnu.

 

Byrjanin riggar væl, við at leikarar eru á palli, tá fólk koma innar og sessast, og summi ivast kanska um tey eru komin ov seint til kabarett. Men kabarettin er ikki byrjað av álvara, men tað ger hon løtu seinni, og so “koyrur tað bara”.

 

Øll Suðuroyggin fær sítt! Har verður skotið eftir komunal- og landspolitikarum, og so er tað sjálvsagt eisini norðara hálva og syðra hálva, ið kjakast.

 

At býráiðið á Tvøroyri fær sín stóra part hóskar, tá SALT er staðsett á Tvøroyri, og nógvir av leikarunum hoyra heima har, men oyggin hevur verið væl umboðað í Sjónleikarafelagnum, og hevur tað eisini endirspeglast í kabarettunum.

 

At pallurin tykist óruddiligur, er opin, og at leikarar so at siga alla tíðina “eru á”, tí har er sum so ongastaðni at goyma seg, heldur ikki millum pallskiftini, hóskar væl til kabarettina, ið sanniliga ikki leggur fingrarnar ímillum, og ikki fjalir nakað.

 

Her er ferð á. Her er leikur og sangur og tónleikur. Og tað er so, at fleiri av leikarunum hava verið við í fleiri ár, og hava eyðsyndar skemtaragávur, og megna leikarar sum heild at knýta leikpettini saman. Eisini hetta fyrsta kvøldið, ið annars ofta sigst vera ein aðalroynd, har ymiskt kann koma tvørtfyri.

 

Men ikki her. Áskoðarin fekk í øllum førum eina kabarett, ið gekk sum á skinnarum. Sera stuttlig, ferðmikil og tónleikurin var væl spældur og hóskaði.

 

Um ein skuldi givið stjørnur, so høvdu tær verið fimm, ella fimm og ein hálv, av seks møguligum.

 

Tað einasta, sum yvirhøvur kann seta fót fyri fullum stjørnutali, er t.d. onkur endurnýtsla og so leikbrotið, ið er lænt frá Monty Python. Henda ífylla ger ikki kabarettina verri, men tað er heldur ikki víst at hon gerst betri. Kanska er hetta óneyðugt!

 

Hinvegin eigur kabarettin í ár í sera storan mun rós fyri í fleiri førum at duga sjálvspei, so at ikki bert onnur verða leiksett á palli, men eisini leikarar sjálvir, og gevur hetta partvís áskoðarum ein lítlan hvøkk, fyri síðani at geva luft, lætta og látur. Faktist framúr gott hugskot! UG!

 

Í kvøld varð flent hart í SALT, og tað var ikki av ongum. Kabarettin er framúr stuttlig og vælspæld. Næsta sýning er longu útseld, og væl gongur at selja til komandi sýningar, og tey hava gott í væntu, og verða ikki snýtt, tí Suðuroyarkabarettin 2023 er framúr!

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##