Tað verður ikki í næstu viku, at Løgtingið fer at avgreiða málið um Suðuroyartunnilin, soleiðis sum vit skrivaðu her á síðuni fyrradagin.
Lesið eisini: Um 10 dagar skal Suðuroyartunnilin avgreiðast
Men soleiðis átti tað at verið, tí sambært tingskipaini hava tingnevndir ein mánað at viðgera mál og skriva álit.
Men fíggjarnevndin hevur biðið um longda freist at viðgera málið um »Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnelskervum og vegakervum«.
Uppskotið var til 1. viðgerð 15. desember 2025, og eftir hetta varð tað beint í Fíggjarnevndina.
Fíggjarnevndin skrivar til løgtingsforkvinnuna, at »útlit eru ikki fyri at viðgera málið fyrrenn komið er inn í januarmánað. Tí fer nevndarforkvinnan at heita á løgtingsforkvinnuna um at leingja freistina sbrt. § 32, stk. 2 í Tingskipanini viðvíkjandi omanfyrinevnda løgtingsmáli til mikudagin 18. februar 2026.«
Frestin er soleiðis longd ein mánað soleiðis, at álitið frá fíggjarnevndini skal vera Løgtinginum í hendi 18. februar.











