Tað eru bara tvær manningar í kappingini millum yngru gentumanningarnar, sum kappast um FM heitið. Tær manna Drekan hjá Havnar Róðrarfelag og Firvald hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.
Nú tað eru tríggjar kappingar eftir, er Drekin fremstur í FM stríðnum við 26 stigum, og Firvaldur hevur 24 stig.
Í dag var Firvaldur fremstur stóran part av stutta róðrarteininum. Fram ímóti endapurtinum legði Drekin seg undir liðina á Firvaldi, og í endaspurtinum munaði tað meiri hjá teimum umborð á Drekanum, sum á málinum vóru ein hálvan skut undan Firvaldi.
Eina bátslongd aftanfyri Firvald var Gulin hjá Havnar Róðrarfelag, sum fekk besta startin, og sum var eitt vet undan hinum trimum bátunum.
| 1 | Drekin (HR) | 05:26.20 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Firvaldur (FSR) | 05:27.33 | +01.26 | 6 | ||
| 3 | Gulin (HR) | 05:30.21 | +04.02 | 5 | ||
| 4 | Ørnin (SÍF) | 05:32.25 | +06.10 | 4 | ||
| 5 | Pílur (RK) | 05:33.14 | +06.88 | 3 | ||
| 6 | Stubbin (KSR) | 05:33.27 | +07.14 | 2 |
| 1 | Drekin (HR) | 4 | 26 | ||
| 2 | Firvaldur (FSR) | 4 | 24 | ||
| 3 | Pílur (RK) | 4 | 17 | ||
| 4 | Gulin (HR) | 4 | 16 | ||
| 5 | Ørnin (SÍF) | 4 | 14 | ||
| 6 | Stubbin (KSR) | 3 | 9 | ||
| 7 | Broddur (Sumba) | 3 | 3 | ||
| 8 | Æðan (AR) | 1 | 2 |
rsf.fo










