Eyðun á Borg er hugstoyttur av læraraformanninum í kjakinum um danskt í skúlanum.
Herfyri ávaraði Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, ímóti at skerja tímarnar í donskum í føroyska fólkaskúlanum.
Eyðun á Borg, lærari, er ikki samdur, og hann skrivar í lesarabrævi í dag millum annnað, at hann er hugstoyttur av læraraformanninum.
- Eru vit ikki komin longri í 2019? Hatta er sum at hoyra eina rødd úr farnum øldum!, skrivar Eyðun á Borg, ið metir, at tíðin er farin frá,at danskt næstan skal hava móðurmálsstøðu í Føroyum.
- Tað er hent at duga danskt, men máti skal vera við, skrivar Eyðun á Borg millum annað í lesarabrævinum, ið sæst her á in.fo.
Brævið kann lesast í fullari longd her: