Sum at lesa gamlar framar

Tað tykist, sum Javnaðarflokkurin er við at gerast tilhald hjá gomlum antidemokratum

Hesi tíggju árini, ið eru liðin síðani Múrurin fall, hevur tann politiski vinstravongurin í Vestureuropa havt bæði hugsjónarligar timburmenn og ikki sørt av identitetstrupulleikum. Stutt og greitt havt ringt við at fóta sær. Kanska ikki heilt av ongum - fortíðin stinkar, serliga hjá teimum úti á vonginum.

Eftir at tað umsíðir varð avdúkað - og tað so væl og virðiliga eisini - hvat ið í roynd og veru var farið fram í »teim lovaðu londunum« handan Tjaldið, hevur mangur gamal kommunistaforsprákari havt sálarkvøl og ampa av sínum brøgdum í fyrøldini, og ymiskt er hvussu vinstrapolitikarar kring heimin duga at finna gongulagið í hesum nýggja politiska landslagi. Summir á tí uttasta vinstravonginum eru framvegis líka opinskáraðir, botnkonservativir og nostalgiskir sum eitt nú russiski kommunistaleiðarin Ziuganov, men nógv teir flestu gera eins og tann »reformeraði« eysturtýski kommunistaflokkurin PDS: dylja ella avnokta fortíðina og arbeiða sum óðir fyri at gerast politiskt stovureinir. Misjavnt kann vera, hvussu teir eydnast við hesum hugsjónarliga karbaði. Av góðum grundum er hatta slagið jú undir støðugum illgruna.

Størsti trupulleikin, ið hesir (meir ella minni) fyrrverandi kommunistar og Moskvastuðlar hava at dragast við, er eyðvitað tað vantandi trúvirðið. Tí hvussu kanst tú á ein trúverdigan hátt greiða heiminum frá, at tú í eitt langt áramál meira ella minni aktivt stuðlaði nøkrum av teim ringastu ræðuveldunum í heimssøguni? At tú so aktivt og so eldhugaður stríddist ímóti teirri demokratisku skipanini? Var orsøkin til tess fákunna, góðtrúni, reindyrkaður tramansskapur ella politisk spekulatión? Og hvussu kanst tú á ein trúverduglan hátt greiða veljarafjøldini frá, at tú og tínir floksfelagar nú brádliga stuðla sama demokratiska stýrislag, sum tit í so mong ár og av øllum alvi stríddust fyri at avtaka? Kanst tú á ein trúverdugan hátt avnokta og afturvísa tí sum tú í so langt áramál segði, skrivaði og trúði uppá?

Hjá hesum (meir ella minni) »reformeraðu« kommunistaflokkum ræður sjálvandi um at benda tonkum veljarans burtur frá fortíðini; at siga sum er hevði jú verið politiskt sjálvmorð. Ymiskar eru snildirnar til tess: annaðhvørt siga ósatt um fortíðina (best gongst hjá tí, ið best dugir at lúgva) ella leika í um okkurt heilt annað. Helst er tað ein meginorsøkin til at tað so javnan hoyrist úr vinstra borði, hvussu ræðuliga ódemokratiskir allir aðrir flokkar og politikarar eru, fyri ikki at siga stats- og fólkafíggindar (mangan snýr hetta seg meir um reint kegl heldur enn um realpolitikk, eftirsum definitiónirnar upp á demokrati har uttast vinstrumegin kunnu vera heldur enn ikki margháttligar).


Gav teimum durafjórðingin

Flestallir sosialdemokratisku flokkar um okkara leiðir hava gáað um, at Múrurin er fallin, og at veljarin veit av tí. Í dag krevur tann politiska andstendigheitin av sosialdemokratum, at teir vísa reindyrkaðum kommunistum frá sær. Eitt nú gav týski ríkiskanslarin Gerhard Schröeder PDS durafjórðingin beinanvegin, sum týska valið var av. Hann metti at Týsklandi tørvaði eina sterka stjórn, og helt seg ikki kunna lít aá hesar fyrrverandi eysturtýsku kommunistarnar, sum helst kundu gerast nakað svikaligir sum frá leið. Svenski forsætisráðharrin Göran Persson noyddist hinvegin at biðja Vänsterpartiet (fyrrv. VPH) stuðla sær og stjórnini. Nakað hann í fyrsta lagi kann takka sínum egna kleyvarskapi fyri. Og Göran Persson er eisini komin rættiliga í rasshaft av stuðulsflokkinum, við tað at alt fleiri flokslimir eru farnir at vísa hógvarnar og vilja venda aftur til »ta góðu gomlu kommunismuna«, nú Vänsterpartiet er komið inn í tann politiska hitan og hevur fingið meiri vald. Í hesum døgum skifta hesir fyrrverandi kommunistarnir í fullum álvara orð um, hvørt tær atfinningar ímóti Sovjettsamveldinum - sum av reint taktiskum orsøkum vórðu tiknar við í stevnuskránni í 1991 - skuluerða tiknar úr aftur. Ikki eru tey meira »reformeraði« enn so, tá ið til stykkis kemur!

Og so hava vit sjálvandi eisini hitt slagið: nevniliga teir smáu bólkarnir av kommunistiskum ørvitisfiskum, ið framvegis stríðast fyri at avtaka demokratiið og skíra øll onnur (og serliga hvønn annan) fascistar, fólkafíggindar og tað ið verri er. Her á landi eru sovorðnir flokkar fullkomiliga marginaliseraðir og vístir út í tað politiska myrkrið, uttan nakra sum helst ávirkan. Tí hvør kann taka slíkt fólkaslag fyri fult? Ei heldur vil nakar politikari, ið vil verða tikin fyri fult manna millum, kalla aðrar politikarar enn sovorðnar sum Le Pen fyri fasistar. Slíkur málburður er væl og virðiliga avlagdur í svenskum politikki og verður roknaður sum ein komisk leivd frá tí kalda krígnum.


Gamlar doktrinir

Eitt skifti tyktist, sum at eisini tað politiska orðaskiftið í Føroyum var um at koma á eitt hægri støði í so máta (burtursæð frá teimum, sum altíð rópa), og at tinglimir vóru farnir at vísa hvør øðrum eitt minstamál av virðing. Men í seinastuni hevur víst seg, at summir tingmenn vilja venda aftur til tann nokkso einsporaða hálvfjersararetorikkin heldur enn at fáast við realpolitikk. Helst kenna teir seg tryggari í gomlum, innlærdum doktrinum enn í dagsins politiska veruleika. Hann setir jú hóast alt størri krøv til fleksibilitetin, og tá hjálpa politisk skriftstøð frá sjeytiárunum lítið.

Fyri at henda greinin ikki skal gerast alt ov drúgv, skal eg á hesum sinni bara viðgera tann rættiliga sermerkta retorikkin, sum Føroya Javnaðarflokkur hevur borðreitt við í seinastu:

Tað tykist nevniliga sum, at Javnaðarflokkurin líka síðani seinasta val hevur longst aftur til gamlar dagar, og ikki er sørt at flokkurin hevur fingið eitt herðindi av avdankaðum hálvfjersarahugsunnarhátti heldur enn at taka støði í degnum í dag (flokkurin var annars um at koma so nøkunlunda fyri seg eftir trúnskiftið). At lesa tær politisku greinarnar í Sosialinum í hesum døgum so nøkulunda fyri seg eftir trúnskiftið). At lesa tær po-litisku greinarnar í Sosialinum í hesum døgum er í mangar mátar sum at lesa gamlar Framar. Sami avoldaði retorikkur og køvisligu skuldsetingar um, hvussu ræðuligir allir aðrir flokkar eru, og hvussu ræðuligt tað er fyri land og fólk at hava aðrar meiningar enn Javnaðarflokkurin. Tað er eyðsæð, at minnini um tað falna kongaríkið níva onkran.

Gaman í, hatta eru vit so von við. Ein sog sínir hugsjónarligu brøður og systrar her á landi dámar føroyskum javnaðarpolitikarum serstakliga væl at tykja synd í sær sjálvum. Einans teir vita, hvat demokrati er, og einans teir duga at umsita tað. Hetta er mestsum okkara politiski barnalærdómur.


Víðopin fyri antidemokratum

Tað er so eitt, og mest av øllum er tað ófrívilliga komiskt. Nakað ódámligari er, at Føroya Javnaðarflokkur hevur ikki heilt útviklað seg sum sínir norðurlendsku brøðraflokkar, nú tað kalda kríggið er av. Tvørturímóti tykist flokkurin liggja víðopin fyri gomlum FSarum og øðrum antidemokratiskum elementum frá tí uttasta vinstravonginum, ið eins og úlvar í seyðaskinni gera sær dælt við tað politiska valdið og njóta gott av tí parlamentariska stýrislag, sum teir fyri ikki so langari tíð síðani vildu avtala. Spurningurin er, um hesir nýklaktu javnaðarmenn yvirhøvur hava gjørt upp við sína politisku fortíð og eru vorðnir meira demokratiskt sinnaðir á gamalsaldrinum. Eg loyvi mær at ivast.

Tí teirra retorikkur er lítið og einki broyttur síðani 70-árini (burtursæð frá at teir nú siga seg virka fyri fólkaræði og parlamentariskum stýrislag; tað var annars ikki gamalt í hasum selskapinum). Síðani onkuntíð í heyst hevur tað politiska tilfarið í Sosialinum í stórna mun verið klassisku kommunistaretorikkur og mangar greinar kundu fyri ein part verið beinleiðis umsettar úr Pravda. Skuldsetingarnar ímóti øðrvísi hugsandi eru nakað tær somu og líka veruleikafjarar.

Tað vil so vera, at onkur politiskur dinosaurus ger eitt gleps av og á - mestsum fyri at minna fólk á, at hann framvegis er á lívi. Fleiri ernn eg mundu halda, at Atli Dam var blivin í barndømi, tá ið hann í heyst javnmetti arbeiðslagið hjá samgonguni við teir gomlu eysturstatirnar (man Atli hava gloymt, hvussu hann sjálvur leikaði í, tá ið ein føroyskur blaðmaður fyri einum tíggju árum síðani samanbar hann við Ceausescu?). Ikki tí, slíkar genialar« politiskar tesur og slík harmaljóð úr fyrndini kunnu vera rættiliga undirhaldandi á sín hátt. Onkrum skulu føroyingar flenna at myrk vetrarkvøld.

Verri er, tá ið yngri og virknir politikarar ikki eru frægari at sær komnir enn tað sama. Tann, sum í seinastuni hevur sermerkt seg við serstakliga ófantaligum orðalag, er tingmaðurin Hans Pauli Strøm. Á hesum øki hevur hann sett nýtt lágmark - nakað, sum jú er eitt bragd í sær sjálvum. Retorikkurin hjá Hans Paula Strøm er ikki bara út av lagi tápuligur og primitivur, men staðfestir eisini teir ringastu fordómarnar um kommunistiskar droymarar.


Konstruktivt mótspæl

Løgið hevði verið, um føroyingar ikki vóru ósamdir um eitt so týdningarmikið og viðkomandi mál sum fullveldið. Eyðvitað hevur samgongan brúk fyri eini konstruktivari andstøðu og konstruktivum mótspæli til sín egna politikk. Men Sambandsflokkurin, sum jú er harðliga ímóti fullveldisætlanini og rúkandi ósamdur við samgonguna, hevur ikki eins og Javnaðarflokkurin, havt fyri neyðini at í heilum samanbera Landsstýrið við Hitlerttýskland. Kanska kundu Hans Pauli Strøm & ljómlið greitt okkum frá, hví júst hesar ódámligu samanberingar eru landi og fólki at gagni.

Í tí politiska kjakinum fírir Javnaðarflokkurin ikki fyri at tosa um førarar, propagangaministarar, nationalfascismu og annað gott. Kanska halda teir slíkan málburð vera alneyðugan í hesi móðurlandsins lagnustund, men okkurt annað kann eisini búgva undir.

Ikki er sørt, at Javnaðarflokkinum leingist aftur eftir politiskum valdi. At teir sakna ta tíð, tá ið teir púra ótarnaðir kundu seta vinir og kenningar í stjórastarv - eyðvitað landi og fólki at gagni, hvat tá? Tað tykist eisini, sum Hans Pauli Strøm og hansara menn vilja umskapa Føroya Løgting til sama hugsjónarliga spælipláss, sum tá ið Føroyahúsið í Keypmannahavn á sinni mátti hýsa trimum 1. maidagshaldum ísenn, tí at menn ikki kundu semjast, um Ta Røttu Læruna. Neyvan eri eg frekur, tá ið eg haldi, at Føroya Løgting hevur betur uppiborið.


Taka sær um reiggj

Vil Javnaðarflokkurin verða tikin fyri fult, krevst at tingmenn floksins vanda sær meir um málburðin hereftir. Og eftirsum serliga Hans Pauli Strøm gremur seg um tann vantandi demokratiska hugburðin hjá samgonguni, skyldar hann Føroya fólki eina frágreiðing um, hvørt hann hevur gjørt upp við sína politisku fortíð, og hvussu hann definerar demokrati í dag. Hevði hetta verið ov nógv at kravt av einum fólkavaldum umboði?

Hetta setir eisini krøv til veljarar Javnaðarfloksins, sum jú í seinasta enda avgera, hvør ið skal vera teirra umboð. Kannar tann føroyski veljarin nakrantíð eftir, hvat fólkaslag hann velur á ting? Væl er tann føroyski veljarin góðlyntur, men máti skal vera við. Tí tað boðar hvørki frá politiskur skynsemi ella serliga demokratiskum sinnalag, at tú í heilum mást kalla øðrvísi hugsandi fyri nationalfascistar.

Allar politiskar skipanir hava brúk fyri klókum politikarum, eisini klókum sosialdemokratum. Tekur Føroya Javnaðarflokkur sær um reiggj, kann hann kanska, sum frá líður, gerast eitt aktiv í føroyskum politikki. Men eingin politisk skipan hevur brúk fyri hugsjónarligum ørvitisfiskum - hvørki høgra- ella vinstravendum - sum við ókvæmisorðum vilja ræða veljarar til sín, og sum royna at billa niður í gamlar ommur, at jørðin er fløt.


Heri Eysturlíð

Stockholm