Sum dagur og nátt

ÍF-TB 1-3 (29-27, 21-25, 10-25, 9-25):

Tað var stórur munur á tveimum teimum fyrstu settunum og so tveimum teimum næstu, tá TB vann 3-1 móti ÍF á Kambsdali


 

Flogbóltur


Fýra sett skuldu til fyri at finna vinnaran av dystinum millum ÍF og TB leygardagin. Og hetta bleiv ein rættiliga løgin dystur, tí tvey tey fyrstu settini vóru púra øðrvísi enn tvey tey síðstu.

Fyri at siga tað stutt, so vann ÍF fyrsta sett og kundi tað sama eisini vunnið tað næsta, meðan TB átti tvey tey síðstu settini við húð og hár.

Í fyrsta setti spældu bæði liðini sera væl, og hetta bleiv eisini tað javnasta settið í dystinum. Heili 29-27 endaði hetta settið, sum ÍF vann.

Í næsta setti høvdu vertirnir úr Fuglafirði oddaliðið TB á knøunum. Støðan var 19-15 til ÍF, og tað var góður møguleiki fyri, at tær fóru at vinna hetta settið eisini. Men so tók TB time-out, og tað kom eisini væl við hjá teimum, tí aftaná tað vendi dysturin.

Frá at vera aftanfyri 15-19 stríddu TB-kvinnurnar seg upp á javnt aftur, fóru síðani framum og vunnu settið 25-21.


Avsmurningur

Og nú fóru liðini hvør sín veg. Serliga hjá ÍF fór tað at ganga heilt av skriðuni, og restina av dystinum vórðu tær snøgt sagt hølvaðar av.

TB-kvinnurnar dugdu sera væl at leggja servurnar har, sum ÍF helst ikki vildi hava tær, og suðuroyarliðið vann tvey tey næstu settini so trygt sum 25-10 og 25-9, og so bleiv tað í síðsta enda ein rættiliga tryggur sigur hóast alt.

Við hesum vann TB móti liðnum, sum var nummar tvey, og sigurin tryggjaði eisini, at tær eru fremst, tá fyrra helvt av kappingini er liðug.

ÍF-kvinnurnar noyddust at ásanna, at tá tað liggur væl fyri, kunnu tær gott kunnu spæla upp móti TB. Men tað lá ikki nóg væl fyri allan dystin, og tað bleiv avgerandi.