Sum ein óslípaður diamantur

BROTIÐ. Rúni syngur ikki bara orð. Tekstir. Hann gevur orðunum sál og dramatiserar innihaldið

passaliga nógv, og eg vil halda uppá, at maðurin man hava sjónleikaragávur,

sigur Oddvør Johansen í hesum ummæli av fløguni »Brotið«. Sostatt er hann sera væl egnaður til at syngja opera,

ið sum kunnugt er sungin sjónleikur, sigur Oddvør

 

Ummæli

Oddvør Johansen


Fyri finska býin Åbo var árið 1509 satt feigdarár. Ein dagin vórðu íbúgvarnir í býnum vaktir við miklum gangi av ýlandi hornum og dynjandi trummum. Tað vóru danskir sjórænarar við Søren Drake á odda, sum vóru komnir og høvdu gjørt landgongd á strondini; og í fimm ræðuligar dagar drupu teir fólk, stjólu og neyðtóku konufólkini. Aftan á hetta fóru teir sín veg søkkladnir av dýrgripum úr staðnum. Úr dómkirkjuni høvdu teir tikið bispakápuna, kalikarnar umframt alt kirkjusilvurið og halgimyndir ? fyri eitt virði av 250.000 markum. Eisini rændu teir tær vakrastu genturnar í býnum.

Hesa ógvusligu hending hevur finska tónaskaldið Mikko Heiniö gjørt eina kirkjuopera burturúr, og hon var við nógvum gleimi og fagnaði frumframførd í Åbo dómkirkju hendan dagin, 9. nov. 2000.

Nakrir av høvuðsleikpørtunum vórðu sungnir av ungum talentum, sum fingu tað skoðsmál frá ummælaranum í »Huvudstadsbladet« Mats Liljeroos, at uppgáva teirra var greidd klókt og dugnaliga.

Leiklutin sum hin óndi »busen« (bandittin) Søren Drake hevði ungi føroyski basssangarin Rúni Brattaberg, ið fær sera góða umrøðu:

»Sum ein óslípaður diamantur er hann, ráur og fullur av møguleikum.«

Nú hevur hesin sami syngjandi bóndasonurin úr Fámará ? saman við klaverleikaranum Hans-Otto Ehrström ? givið egna fløgu »Brotið« út á forlagnum »Tutl«.

Innihaldið á fløguni er klassiskt, og hetta eru ikki smávegis verk. Hetta eru songverk, sum heimsins stóru sangarar stríðast við eitt heilt lív. Tekstirnir eru á fleiri málum, m. a. russiskum, og lat tað verða sagt beinanvegin, at Rúni hevur gott máloyra.

Skaldini eru so ymisk sum Runeberg, Shakespeare, Tavastjarna, Mayrhofer, Goethe og Mussorgsky, men har eru eisini Poul F. Joensen, J. H. O. Djurhuus og tann ungi Oddfríður Marni Rasmussen.

Fløgan er sum ein stór freistandi eskja av konfekt. Tú mást drýggja tær hana, skal tín lítli búkur ikki fáa ilt av so nógvum góðgæti í senn.

Rúni Brattaberg hevur fingið intensiva sangundirvísing hesi seinastu árini og hevur gjørt eitt gott val viðvíkjandi sjálvum tónleikinum. Óivað stuðlaður av lærarum sínum, m. a. Jorma Hynninen, Kim Borg, Aage Haugland og Tom Krause fer hann í holtur við tunga finska drongin ? norðurlendingin Sibelius, sum m. a. umboðar tað finska hjartablóðið í tí stóra nationala tónleikinum har í landinum.

Rúni syngur ikki bara orð. Tekstir. Hann gevur orðunum sál og dramatiserar innihaldið passaliga nógv, og eg vil halda uppá, at maðurin man hava sjónleikaragávur. Sostatt er hann sera væl egnaður til at syngja opera, ið sum kunnugt er sungin sjónleikur.

Frantz Schubert er nakað fyri seg, tá tað ræður um sangir. Heilt frá tí stillføru strofisku vísuni til ta longu romansuna og stóra orkesturtónleikin spennir tónaskaldið, sum í sínum stutta lívi gjørdi einar 603 sangir. Tað sigst, at hann skuldi hava sera lætt við tað. Søgur ganga um, at vinir hansara stungu ein tekst yvir um borðið inni á cafénum, og skjótt var lagið komið niður á baksíðuna av matarskránni, meðan hinir tosaðu í holið á hvørjum øðrum.

Sangirnir á hesi fløguni eru góð umboð fyri Schubert, tá ið hann er bestur, og eg haldi, at Rúni kemur frálíka væl frá hesum klassisku svervektarunum, sum Der Schiffer og Erlkönig í roynd og veru eru.

Russarin Modest Petrovich Mussorgsky var uppi í nógvum vasi, og hann hevði upp á mangar mátar eina beiska lagnu. Longu sum hálvvaksin varð hann noyddur at fara á hermannaskúla, hóast hansara viðkvæma sinni einki heldur vildi enn at spæla klaver. Tá ið russisku góðseigararnir mistu nógv av sínum rættindum, og Mussorgsy mátti út á bygd at arbeiða saman við jarðarbrúkarunum, fekk hann við góða skúlagangi sínum tó lívbjargað sær við skrivstovuarbeiði hjá russisku stjórnini. Klaverið fekk allatíðina toyggið, og hann bæði yrkti og komponeraði.

Tónleikur hansara var tá í tíðini slóðbrótandi og egin við tí serliga russiska tónanum og íblástrinum frá fólkaløgunum úti á bygd. Mussorgsky fór illa við sær sjálvum, var kvartalsdrykkjumaður, og vinmaður hansara tónaskaldið Borodin gremur seg um standin og sigur: »Tað er ræðuliga syrgiligt, at eitt so gávuríkt menniskja skal søkka soleiðis niður og broytast fullkomiliga. Men tá ið tørnið er av, verður lagið gott aftur, og hann er eins fittur og fullur av eldhugi, sum hann var áður.«

Mussorgsky skrivaði m. a. ta stóru russisku tjóðaroperuna »Boris Godunov« og eisini tað á okkara døgum so vælumtókta verkið »Myndir« á eini framsýning«, sum er eitt minningarverk við løgum skrivaðum til 10 av teimum 400 málningunum, sum vinmaður hansara, listarmálarin Victor Hartmann læt eftir seg.

Á hesi fløguni eru fýra verk eftir Mussorgsky, og eg haldi, at Rúni og hann rigga væl saman. Sangurin um loppuna verður sungin við lív og sál og ? ikki at forakta ? við humor, sum ofta er ein mangulvara í solosangarahøpi.

Føroysku tónaskaldini á hesi fløguni eru umboðað av Regini Dahl og Sunleifi Rasmussen, og eg haldi, tað er gott, at tað aftur er møguleiki hjá útlendingum at snodda eftir, hvat føroyingar megna at skapa. Teir smæðast als ikki burtur. Sunleif er framúr góður maður. Hann megnar at styrkja tey vøkru løgini hjá Regini Dahl við sínum frálíku útsetingum, sum fella væl til upprunaløgini og gera tey til rein meistaraverk.

Ongantíð áður havi eg hoyrt Janus Djurhuusar yrking »Útlegd« vakrari framborna. Rúni sang eisini hendan sangin á fløguni í fjør »Tú lýsti«, men hesaferð eru lag og tekstur pussað uppaftur betri av. Orðini verða perfekt framborin, og tey eru so suggestiv, at tú næstan sært móðrina veittra til tín handan »verøld og heim«; meðan frálíki pianisturin til endans letur tónarnar hanga í loftinum ? sum eitt suð av einglaveingjum.

Frá tí stilla suðinum fer Sunleif Rasmussen í yrkingini hjá beiggja sínum Oddfríði Marna Rasmussen yvir í vindin, sum harðliga rívur í áirnar. Tónleikurin er ógvusligur og døkkur, og ein freistast til at samanbera tónleikin til hesar tríggjar yrkingarnar við »programmmusikk«, bara í nýggjum hami.

Danska tónaskaldið Carl Nielsen sigur eitt tað skilabesta, eg havi hoyrt um fyribrigdið programmmusikk:

»Selv om musikken ikke kan udtrykke noget bestemt, så kan den understrege og med lynsnar sikkerhed klarlægge de elementære følelser eller mest højspændte situationer? Musikken kan i sådanne øjeblikke omringe og bestorme ordet eller situationen med en så ekspansiv kraft, at man synes, den taler? Således kan musikken komme farende, opflamme og levendegøre ordet, så det dirrer; den kan ægge og hidse det (ordet), så det smerter, eller varme det og lyse for det, så det svulmer og brister i uendeligt velbehag.«

Tónleikurin hjá Sunleifi er ikki lættur at syfta ella føra fram. Og áhoyrarin verður noyddur til ? antin hann vil tað ella ikki ? at venja seg við hetta disharmoniska tónamálið umaftur og umaftur, og ikki alt er bara gott. Kortini er hetta tónaskaldið eitt av okkara bestu; tað stendur ikki í stað, men endurnýggjar seg í heilum og rúsar víðari inn í framtíðina, so vit ikki kunnu annað enn gleða okkum.

Rúni Brattaberg syngur tey trý krevjandi verkini uttan at himprast og endar fløguna, sum tað seg sømir einum ordiligum basssangara, niðri á tí nógv umrødda djúpa C-num.

Klaverleikarin Hans-Otto Ehrström spælir á hægsta støði; men hann er heldur ikki hvør sum helst, væl og virðiliga útbúgvin sum hann er í Lyon og Helsinki. Hann er høgt í metum í Finnlandi, har hann heilar tríggjar ferðir í 90?unum vann tjóðarkappingina í »Liederspæli« fyri konsertpianistar, og hann stuðlar Rúna allan vegin á bestan hátt við sínum ? til tíðir klukkandi kelduvaði til tíðir øtiliga temperamenti.

Fløguhúsin hevur allar tekstir, bæði originalar og umsettar. Axel Tórgarð hevur skrivað um innihaldið; og upptøkan er frálík.

Heitið á hesi litríku og kraftmiklu fløgu haldi eg haraftur ímóti vera ógvuliga klangleyst og turrisligt. Tað sigst tó, at navnið spillir ongan.

Samanum tikið. Ein fín fløga. Vit kunnu ikki annað enn taka undir við áðurnevnda Mats Liljeroos og siga, at vit eiga ein óslípaðan føroyskan diamant við stórum møguleikum.


»Brotið«.

Rúni Brattaberg

og Hans-Otto Ehrström.

Tutl

Reynagøta 12

FO-Tórshavn