Sunnast í Føroyum er Sumba og teir fýra dagarnar frá 15. til 18 mai verður bygdin karmur um stóra mentanarstevnu, har skráin er nakað væl fjølbroyttari enn vanligt er á stevnum á smáplássi.
Sumbingar hava eisini ymiskt at bjóða fram, sum er heilt serstakt, tann føroyska dansin, Beinisvørð og hini fuglabjørgini vestanfyri, og so hevur bygdnin eisini stórt savn av fuglum, har av nógvir eru heilt óvanligir í Føroyum.
Á mentanarstevnuni verður bæði føroyskur dansur, útferðir niðan á Beinisvørð og vestur undir fuglabjørgini, og fuglasavnið verður opið.
Av tí meiri sjáldsama á eini bygdastevnu, hava tey eisini undirvísing í talvi á byrjanarstigi og undirvísing í forna kortspælinum, scharwenzel, ella sjevindsil, sum vit kalla tað. Tað er eitt kortspæl, sum varð nógv spælt í Føroyum fyri einum mannaminni síðani, men nú eru ikki nógv eftir sum duga tað.
Nú verður so roynt at endurvekja áhugan fyri hesum kortspælinum við bæði undirvísing og kapping.
Á stevnuni í Sumba er eisini framsýning av fjøltáttaðum listahandverkið eftir Henning Thomsen, sum hevur sjáldsama góðar hendur og har verður eisini útimøti, eitt tey nevna, mentanarrenning, listaframsýning, fólkafundur, kvøldseta og midnáttarrøða.
Ein serstøk gudstænasta verður dýrabiðidag, tá ið Martin Restorff Jacobsen, sum var prestur í sóknini í sjeytiárinumm, prædikar, og Sumbiarkórið fer at syngja ein nýyrktan sang.
Ein onnur lítil konsert verður eisini í kirkjuni, har Nicolina og Eyðbjørn av Kamarinum fara at syngja og spæla sálmar og egnar sangir. Har verða eisini Sheila Lisberg og Martin Petersen, við.
Av tí meiri forkunnuga kann eisini nevnast, at Bogi Hansen, havfrøðingur, fer at halda fyrilestur um tiltiknu Røstina suður úr Akrabergi og annan líknandi havstreym
Annars verður nógvur tónleikur. Ronnie Nielsen, Rúna á Heygum, Kolbein Simonsen, Jákup Eli Joensen, Dánjal Petur Djurhuus, og onnur hittast á eini fólkatónleikastevnu og konsert verður við Anniku Hoydal og Liðnum.
Og um náttina verður enskur danskur, har damla orkestrið, Starlight, fer aftur á pall eftir at hava ligið í dvala í mannaminni. Teir, sum manna Starlight, eru Jákup Hansen, Fimmboði Lisberg, Sámal Samuelsen, Kári Lisberg og Jóhan Martin Jacobsen.
Fyri børnini verður familjutiltak við Angelu og Hannibal, umframt tivoli, hoppiborg og annað undirhald, sum Tatanka skipar fyri.
Annars verða útferðir í Vitan í Akrabergi og út til Munkin og Flesjarnar, bátafagnaður við gomlum bátum, men eisini fið Naddoddi og Teinæringinum, umframt kappróður, fólkadansur og skemtidystir í fótbólti.
|