Føroysku kommunurnar eru í størri mun enn áður farnar at heiðra fólk, sum hava verið leingi í starvi.
Kommunurnar eru eisini farnar at hava fráfaringarløtur fyri fólki, sum hava tænt kommununum væl og leingi og sum gevast í starvi.
Hetta er ein vøkur siðvenja, sum vindur uppá seg.
Ein slík løta var í Sumbiar kommunu hin 5. juni í ár, tá kommunan valdi at heiðra Jórun Midjord, sum hevði sín seinasta arbeiðsdag í dagrøktini í Sumba.
- Fráfaringarløtan varð hildin í skúlanum í Sumba, har starvsfelagar og familja hjá Jóruni vóru saman um at heiðra hana, siga tey í Sumbiar kommunu.
##med2##
Jórun Midjord hevur starvast í dagrøktini hjá Sumbiar kommunu í nærum 15 ár, og í sínum starvi hevur hon lagt nógv gott eftir seg, siga tey í kommununi.
- Vit takka henni fyri trúgva tænastu og fyri tað stóra íkastið, sum hon hevur veitt gjøgnum árini, og vit ynskja henni alt tað besta framyvir, siga tey í Sumbiar kommunu.
##med3##












