Sumbingar fingu síni fyrstu stig

Fótbóltur: Sumba vann 4-3 á TB og fekk síni fyrstu stig í bólki 2

Áðrenn dystin móti TB mikukvøldið hevði Sumba einki stig fingið í bólki 2 í kappingini um løgmanssteypið, men eitt nú móti ÍF á heimavølli og móti B36 á útivølli vóru tekin um, at sumbingar ikki fara at verða fastir stigleverandørar í ár.

Og móti TB eydnaðist tað loksins eftir ein spennandi dyst at vinna og fáa tey fyrstu trý stigini í kappingini.

Sumba vann dystin 4-3, og sum heild var sigurin uppiborin. Fleiri av teimum royndu monnunum hjá sumbingum ? m.a. Jan Poulsen, Eirikur Joensen og Páll Magnar Kjærbæk ? vóru ikki við, og spælandi venjarin Spasojé Biberdzic sat skaddur uttanfyri. Í staðin vóru fleiri heilt ungir spælarar við á Sumba-liðnum, og teir stóðu einki aftan fyri teir eldru á vøllinum.

Hóast skerda Sumba-liðið byrjaði TB sera defensivt, men tvørámenn fingu fyrsta málið í dystinum, sum Eyðun »Gullok« Svalbard skeyt. Tá var hálvleikurin umleið komin í helvt, men seinnu helvtina áttu sumbingar. Tá fingu teir trý mál, meðan TB einki fekk.

Fyrst var tað tann bert 16 ára gamli Robert Larsen, sum javnaði til 1-1, og síðani legði René Thomsen sumbingar á odda. Eitt annað av teimum ungu talentunum hjá sumbingum, 16 ára gamli Kristian Olsen, økti til 3-1 áðrenn hálvleik.

Í seinna hálvleiki minkaði Óli Johannesen til 2-3, men gleðin var stokkut, tí stutt seinni gjørdi René Thomsen sítt næsta mál í dystinum og legði Sumba á odda 4-2.

Nú setti TB ferðina upp og kom longri fram á vøllin í eini seinastu roynd at venda dystinum, og tað gav úrslit, tá eini 20 minuttir vóru eftir, tá Óli Johannesen enn eina ferð var á rætta stað og minkaði til 3-4.

Seinasta korterið gjørdist eitt langt TB-álop, men Rúni Lisberg í Sumba-málinum vísti seg at vera rættiliga væl upplagdur og forðaði tvørámonnum í at fáa útjavnandi málið og tað eina stigið, sum kann fáa stóran týdning, tá endaliga støðan skal gerast upp í teimum trimum bólkunum.

Sumba vann dystin, og fyri teir er tað eisini positivt, at teir ungu kunnu taka ábyrgd og sláa til, tá tað berst teimum eldru frá.

TB misti týdningarmikil stig í stríðnum við ÍF og B36 um at sleppa víðari úr bólkinum. Sumbingar koma ikki víðari, men teir komu av nullinum, og tað í sjálvum sær er rættiliga positivt.


Sumba-TB 4-3 (3-1)

0-1: Eyðun Svalbard

1-1: Robert Larsen

2-1: René Thomsen

3-1: Kristian Olsen

3-2: Óli Johannesen

4-2: René Thomsen