Sumbingar trýstu HB í botn

Fótbóltur: Oddaliðið HB fekk dyst fyri allar pengarnar á Krossinum leygardagin, og aftan á dystin ásannaðu teir, at mótstøðan, sumbingar góvu, var tann harðasta higartil í ár

HB slapp við skrekkinum í Sumba leygardagin, og aftan á dystin ásannaðu teir á oddaliðnum, at hetta var harðasta mótstøða, teir hava fingið higartil í ár.

Sumbingar fingu fyrsta málið í dystinum og høvdu gott tak á oddaliðnum, sum javnaði út móti endanum av fyrra hálvleiki og miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk sigursmálið, sum luktaði langan veg av rangstøðu.

Dysturin varð annars nógv merktur av eini álvarsligari hending tíðliga í dystinum, tá Sumba-leikarin Mortan úr Hørg varð illa skaddur.

Tað vóru bert tíggju minuttir spældir, tá ungi sumbingurin við fullari ferð fór frameftir í vinstru síðu. Hans Fróði Hansen skumpaði, og Mortan fór í leysari luft út av vøllinum og datt so óheppið, at hálsurin tók fyrst í girðingina (tað skal beinanvegin verða sagt, at einki ónt var í takklingini frá Hans Fróða, og tað var reint óhepni, at Mortan bleiv so illa skaddur).

Dysturin mátti steðgast í út móti einum korteri. Mortan úr Hørg lá uttan vit í eini fimm minuttir, og støðan sá sera álvarslig út. Tað var ilt at siga, hvussu illa tað var statt, og menn aftraðu seg við at flyta hann, tí tað bar ikki til at siga, um nakað var brotið, og um so var, hvat.

Sjúkrabilurin kom á staðið, og Mortan varð fluttur á sjúkrahúsið á Tvøroyri. (Sunnumorgunin varð hann fluttur til Landssjúkrahúsið í Havn, og har varð staðfest, at tíbetur var einki brotið).

Tað var einki at siga til, at hendingin merkti spælararnar á báðum liðunum sera nógv, og fyrstu minuttirnar eftir at Kim Ejdesgaard hevði sett dystin í gongd aftur, vóru tamir.

Men skjótt kom meira ferð á aftur, og dysturin bleiv heilt undirhaldandi, ikki minst tá sumbingar løgdu seg á odda.

Bólturin varð sendur langt frameftir, og aftasti HB-maðurin Jan Dam fór onkursvegna skeivur av honum, so Thomas Birch fekk fría leið móti Kaj Leo Johannesen. Danski Sumba-leikarin, ið henda dagin spældi sum hangandi áleypari aftan fyri René Thomsen, hevði lætt við at lyfta upp um HB-málverjan og í netið til 1-0.


Langur fyrri hálvleikur

Fyrri hálvleikur vardi tilsamans umleið ein tíma orsakað av óhappinum hjá Mortani úr Hørg tíðliga í dystinum, og í einum av seinastu minuttunum fekk HB útjavnandi málið.

Eins og Jan Dam gjørdi fyrr í dystinum fór aftasti maður hjá sumbingum, Páll Magnar Kjærbæk, skeivur av einum langum bólti, og Súni Fríði Johannesen streyk avstað við honum. Í staðin fyri at skjóta sjálvur spældi hann Allan Mørkøre, sum skoraði lættliga.

Í seinna hálvleiki kom eitt mál, og tað átti HB. Hálvleikurin var komin nøkulunda í helvt, tá Allan Mørkøre fekk bóltin úti í høgru síðu. Øll roknaðu við, at dómarin fór at døma rangstøðu, og Allan steðgaði eisini sjálvur á. Men eingin floyta kom, og so fór Allan einsamallur avstað, og ímóti spælbýtinum skoraði hann til 2-1

Sumbingar høvdu fleiri møguleikar og trýstu til tíðir HB-liðið í botn, men tað var so sum so við effektivitetinum. HB var vandamiklast, tá Jens Erik Rasmussen slapp aftur til baklinjuna, men hóast onkrir møguleikar eisini fullu til teir, var tað Sumba, sum hevði yvirvágina og hevði uppiborið eitt betri úrslit. Aftan á dystin fegnaðust HB-leikararnir um sigurin, men viðgingu, at teir høvdu verið hepnir, og at teir ikki høvdu fingið so harða mótstøðu fyrr í ár.

Men tá sumbingar ikki kláraðu at skora upp á sínar møguleikar, samstundis sum HB fekk eina gávu frá dómara og linjudómara, gekk tað sum tað gekk. Men sumbingar prógvaðu enn einaferð, at høvdu teir megnað at fingið nøkur úrslit á útivølli, høvdu teir ligið væl ovarlagari, enn teir gera í løtuni. Áðrenn kappingina vórðu teir mettir at verða rein kanónføði, men tann spádómin hava teir ferð eftir ferð gjørt til skammar.

HB dregur longri og longri frá hinum liðunum, og fara teir ósigraðir í summarfrí, verður tað ivaleyst bert HB, sum kann steðga HB. Í Sumba leygardagin høvdu teir eisini tað hepnið, ið fylgir oddaliðunum, og tað er eisini ein dygd at kunna vinna dystir, har tú ert trýstur í botn og skal fegnast um ikki at tapa. Ein dygd, sum meistarar hava.