Summarferian kann fara fyri skeyti

KT-umleggingin kann órógva summferiuna hjá føroyingum, ið ætla sær uttanlands at ferðast. Føroysku peningastonvarnir kunnu í løtuni ikki bíleggja gjaldskort og duga heldur ikki at siga, nær hetta fer at bera til.

-Fyri gott tveimum vikum síðan bílegði eg eitt nýtt FR/VISA-kort, tí tað gamla var burturblivið. Eg fekk tá at vita frá bankanum, at nýggja kortið fór at koma um eina viku til tíggju dagar. Nú meira enn tvær vikur eru farnar, fór eg at sóknast eftir kortinum. Nú sigur bankin, at tað ber ikki til at gera nýggj kort eftir KT-umleggingina, og tey duga heldur ikki at siga, nær hetta fer at bera til, greiður ein lesari hjá portalinum frá í dag.

-Eg skal uttanlands at ferðast í komandi viku og spurdi tí bankan, hvussu eg skal bera meg at við ongum gjladskorti. Tað dugdi bankin ikki at svara uppá. Tað einasta bankin sigur seg kunna gera er at gjalda mær kontantan pening at

hava við mær, sigur hon.

Ert tú ella tín fyritøka merkt av trupulleikunum í samband við umleggingina av KT-skipanina hjá bankunum, so hoyra vit fegin frá tær.

Send tín teldupost til bank@sos.fo