Summarsprell í Lítluvík

Farna vikuskiftið sýndu fýra kvinnu fram klæði og smúkkur í Lítluvík

Summarsprell var heiti á forvitnisligari søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík um vikuskiftið.

Tað vóru Laila av Reyni, Beinta K. Mouritsen, IngaMaria V. Svínoy og Fríðgerð í Líð, sum stóðu fyri hesi framsýning, ið var væl vitjað.

Tær sýndu fram heimagjørd barnaklæðir, prinsessukjólar, smúkkur, og damu/harraklæðir.

Inga Maria V. Svínoy er sniðgevi, hevur lisið í Italia, og Fríðgerð í Líð er lærari í Kollafjarðar skúla.

Laila av Reyni og Beinta K. Mouritsen starvast dagliga á Klædnadeildini á Tekniska skúla í Tórshavn, har tær undirvísa í klædnaframleiðslu og konstruktión. Nevnast kann, at nýggjur klædnaatstøðisflokkur verður tikin inn eftir summarfrítíðina, síðsta freist at søkja, er 20. juni.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hesar kvinnur vísa fram, tað tær fáast við í frítíðini, og neyvan síðstu ferð heldur.


(+ myndir)



Myndir: Jens Kristian Vang