Summartónar av bakkastokki

Í hesum døgum fer tiltakið Summartónar ?99 av bakkastokki . Hósdagin var fyrsta tiltakið í Summartónum ?99 hildið í Atlantis Bio í Klaksvík

Summartónar er eitt afturvandandi tiltak, ið verður hildið kring landið á hvørjum ári. Ætlanin við tiltakinum er, at fólk kring alt landið skulu fáa høvi at hoyra dygdargóðan klassiskan tónleik.

Fyrsta tiltakið í Summartónum ´99 var hildið í Atlantis Bio í Klaksvík seinasta hósdag. Á skránni var upplestur og fióltónleikur. Tað var Páll Danielsen, ið las upp og Sámal Petersen og Guðný Brynhild Næs leiktu á fiól.

Í gjár var sama tiltakið umborð á sluppini Høganesi, og í kvøld klokkan 20 verður sama tiltakið hildið í gomlu Margarinfabrikkini í Havn.


Holmboe

Eitt av stóru tiltøkunum í Summartónum ´99 verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Tá fer Havnakórið at syngja løg, ið Vagn Holmboe hevur gjørt til yrkingar hjá mætum føroysku skaldunum, sum Chr. Matras, Janusi Djurhuus og Wiliami Heinesen.

Sunnudagin sleppa skálafólk eisini at hoyra summartónar. Tá fer Duo Atlantica at halda konsert í Skála skúla. Tey, ið manna Duo Atlantica eru Lene Jensen, ið leikar marimba, og Pauli í Sandagerði, ið leikar piano. Á skránni verða løg eftir Paula í Sandagerði sjálvan, Frederic Chopin, Jaques Offenbach, Gabriel Faurré, Darius Millhaud og Hanus G. Johansen.


Larsen og Schimdt

Mánakvøldið klokkan 20 verður konsert í Vesturkirkjuni, og eru tað Birgith Lystlund Larsen, sopranur, og Ole Reuss Schmidt, ið millum annað fara at framføra tríggjar kantatusatsir eftir Johann Sebastian Bach, tígjjar kvøldarsangir eftir Weyse og Ingemannm, nakrar føroyskar sangir og eitt heilt nýtt tónleikaverk, ið er gjørt til Føroyaferðina.

Birgith Lystlund Larsen og Ole Reuss Schimdt hava seinastu árini hildið nógvar konsertir ymsastaðni í Danmark. Birgith er hálvur føroyingur. Mamma hennara er Hedvig Arge, ið flutti til Danmarkar fyri 45 árum síðani. Birgith kemur til Føroya við manninum og trimum døtrum. Hon er fødd í 1964, hevur nomið sær privata tónleikaundirvísing, og hevur hetta ført við sær, at hon hevur fingð tilboð um at luttaka í vokalbólkinum Ars Nova og eisini í útvarpskórinum í Keypmannahavn. Birgith Lystlund Larsen hevur eisini verið sololistur í ymiskum stórum tónleikaverkum. Hon var við í einari stórari uppseting av Messial hjá Hädel í nýumvældu Christiansborg Slotskirke í 1977.

Ole Reuss Schmidt er føddur í 1955. Han hevur útbúgving sum organistur frá Vestjysk Musikkonservatorium í Esbjerg. Millum aðarar var navnfræmi Peter Møller ein av lærarum hansara.

Ole Reuss Schmidt hevur arbeitt við fleiri greinum innan tónleikin. Millum annað hevur hann arbeitt nígv við urguleiki og nýmótans kompositión. Í 1991 stovnaði hann kamarkórið Euphonia, ið hevur havt bæði innan- og uttanlandsframførslur, samstundis, sum tað eisini hevur verið at hoyrt í Danmarsk Radio. Ole hevur sítt dagliga yrki sum urguleikari í Korsvejskirken í Keypmannahavn.