Dánial Hoydal
Kristian Blak. (Danmark/Føroyar f. 1947)
Kristian Blak er føddur í 1947 í Jútlandi í Danmark. Hann er útbúgvin á Musikvidenskabeligt Institut í Århus. Hann hevur síðan 1974 búð í Føroyum, har hann eisini hevur skrivað tað mesta av sínum tónleiki. Hann hevur skrivað bæði kamartónleik, kórtónleik, súmfoniskan tónleik og tónleik fyri bólkar, ið improvisera. Tónleikurin hjá Kristiani verður ofta framførdur saman við myndlist, skaldskapi ella sjónleiki.
Seinastu árini hevur Kristian serliga fingist við at skriva fyri kamarorkestur og súmfoniorkestur. Millum verk hansara er frásøguballettin Harra Pætur og Elinborg, ein floytukonsert, ein klarinettkonsert og strúkikvartettir. Verkini eftir Kristiani Blak bera brá av hansara fjølbroytta tónleikaáhuga. Hann sameinir fólkatónleik úr ymiskum tjóðum við nðskapandi tónasnið.
Í morgin sunnudagin eru tvær áhugaverdar konsert ávikavíst í Havn og í Runavík. Tórshavnar Kamartrio spælir í Listaskálanum og Sámal Petersen og Ólavur Jacobsen spæla umborð á sluppini Høganes. Skráin hjá Sámali og Ólavi er tann sama, sum varð umrødd í blaðnum í gjár.
Tórshavnar Kamartrio sum er mannað av Berghild Poulsen, sopran, Bjarna Berg, klarinett og Árna Hansen, klaver, hevur virkað í umleið 5 ár. Umframt sjálvi at hava konsertir, hava tey eisini í stóran mun luttikið á konsertum, har kór ella aðrir kamartónleikabólkar eisini hava framført. Í 1997 luttóku tey eitt nú á konsertum saman við Tórshavnar Manskóri, Duo de Primavera og á stóru jólakonsertini í Vesturkirkjuni.
Á páskum 1997 vóru tey á konsertferð í Nuuk og Reykjavík, har teirra framførslur vóru sera væl móttiknar.
Berghild Poulsen (Sopran) starvast sum skúlalærari og hevur í nógv ár gjørt vart við seg sum sangari. Hon telist millum okkara frægastu sangarar og er nógv umbiðin sum solistur, ofta saman við kórum. Fyri nøkrum árum síðani var hon solistur í Brahm´s Altrapsodi saman við Tórshavnar Manskóri og Føroya Symfoniorkestri.
Bjarni Berg (Klarinett) sum er musikkskúlalærari, spælir í Føroya Symfoniorkestri og luttekur eisini í ymiskum kamartónleikaligum tiltøkum.
Best kendur er hann óivað fyri klassisku sendingar sínar í Útvarpi Føroya.
Árni Hansen (Klaver) undirvísir í tónleiki á Føroya Læraraskúla. Hann er ofta at hoyra á konsertum í Føroyum, mest sum fylgisspælari og kamartónleikari. Hann er fastur klaverleikari hjá Tórshavnar Manskóri.
Framførslurnar:
Tórshavn, Listaskálin sunnudagin 21. juni klokkan 16.00
Tórshavn, Útvarpshøllin fríggjakvøldið 26. juni klokkan 20.00
Tórshavnar Kamartrio spælir stykki eftir Paula í Sandagerði (f. 1955), Tróndi Bogasyni (f. 1976), Aaron Copland (1900-90), Franz Schubert (1997-1828) og Franz Lachner (1803-1890)
Pauli í Sandagerði (f. 1955) er upprunaliga læraralærdur, meðan tónleikalærdómurin mest er settur saman av skeiðum hjá ymsum lærarum innan ymisk tónleikaøki. Pauli kom í 1973 við fyrstu føroysku instrumentalverkunum í nýggjari tíð og hevur síðan fingist nógv við at skriva tónleik og at stjórna.
Nógv ymisk sløg av tónleiki eru at finna á verklistanum, sum í dag telur væl omanfyri 100 verk. Sangirnir eru talríkastir, men vit finna eisini klavertónleik, rokktónleik, kamartónleik, ?musicals? og verk fyri symfoniorkestur o.m.a. Hóast tónleikurin eru fjølbroyttur í stíli, so liggur altíð ein dámur av føroyskum tóna undir øllum verkunum - her er sjógvur og bøur, kirkja og dansur. Tónleikurin hevur verið framførdur í mongum londum, m. o. Norðurlondum, Onglandi, Grikkalandi, Spania og USA.
Mánadagin 22.06 verður ein konsert í Norðurlandahúsinum klokkan 15.00 har Øssur Bæk á violin fer at spæla verkið ?Afturundirgerð? eftir Kára Bæk og ?Den fortabte spillemand? eftir Tróndi Bogasyni. Bæði verkini verða frumframførd til hetta høvið.
Øssur Bæk spælir violin, og hann byrjaði á Suzuki læristovninum í Keypmannahavn. Hann lærdi á Tónlistaskúlanum í Odense hjá Béla Detrekóy meðan hann spældi í Symfoniorkestrinum har. Legði afturat á Musikk Konservatirinum í Utrecht hjá Viktor Liberman og fekk solistprógv. Í løtuni spælir hann á fyrstu violin í Kongaliga Kapellinum.
Framførslurnar:
Tórshavn, Norðurlandahúsið mánadagin 22. juni klokkan 15.00
Tórshavn, Útvarpshøllin, fríggjakvøldið 26. juni klokkan 20.00
Tórshavn, Listaskálin, leygardagin 27. juni klokkan 20.00
Tórshavn, Norðurlandahúsið, sunnudagin 28. juni klokkan 16.00
Tórshavn, Fútastova, leygardagin 4. juli klokkan 13.00
Mykines, kirkjabø, mánakvøldið 6. juli klokkan 20.00
Kári Bæk ( f. 1950) byrjaði at spæla obo hjá Paul Tofte Hansen, oboleikara í Danska Radioorkestrinum, í 1968. Seinni hjá Ole Henrik dahl, oboleikara í Kongaliga Kapellinum.
Hann tók læraraprógv í 1977. Seinni fingið víðari útbugving í tónleiki á Danmarks Lærerhøjskole. Kári hevur annars tey seinastu 30 árini luttikið aktivt í føroyska tónleikalívinum á ymsum økjum: sum kórsangari, tónleikari og kór/orkesturleiðari.
Tað er frá kór- og orkesturleiðaravirkseminum, at áhugin fyri at skriva tónleik er komin, í fyrstuni við at leggja til rættis føroysk løg, men seinni eisini at smíða tónleik sjálvur.
Instrumentalu verkini eru: ?Kvæði? fyri symfoniorkestur (1993, broytt1995) framført av FSO 1994. Blásikvintettin ?Hugleiðingar? (1994) sum Blásikvintett Reykjavíkar framførdi á Summartónum sama ár og á Nordiske Musikdage 94 í Keypmannhavn. ?Elegie og Humoresque? fyri fagott og klaver (1996). ?Oktett? (1997). ?Kæti? fyri obo og fagott (1998) og ?Afturundirgerð? fyri solo violin (1998).
Týskvøldið 23.06 verður ein konsert í Vesturkirkjuni klokkan 20.00 við Det Jyske Musikkonservatoriums Messingensemble, sum varð umrøtt í blaðnum seinastu viku. Jútska ljómliðið spælir verk eftir Aaron Copland (1900-1991), Samuel Barber (1910-1981), Vagn Holmboe (1909-1997), Kristian Blak (f.1947) Einojuhani Rautavaara (f. 1928) og eitt kórverk eftir Paula í Sandagerði (f. 1955). Í tí sambandinum skal nevnast, at verkið ?Stevna? hjá Kristiani Blak er ein frumframførsla.