Súna skoraði og legði upp til níggju mál

Skanderborg var fyri teprum tapi

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg spældu fyrr í dag dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Skanderborg tapti tepurt 25-26 fyri Silkeborg-Voel. Í steðginum var Skanderborg á odda 14-13.

 

Súna skoraði fýra mál, og hann legði eisini upp til fimm mál (assist).

 

Skanderborg er aftaná 11 leiktar dystir aftast í deildini við bert trimum stigum.