Sundabáturin vardi Norðoyggjar

Eina góða løtu var tað rættuliga tætt og dramatiskt, tá ið 6-mannaførini við monnum dystaðust á Norðoyastevnu.

Nýggi Tvørábáturin fekk góðan start saman við Sundabátinum, Stráluni og onkrum afturat. Men tað var skjótt, at kappingin stóð millum Sundabátin og Stráluna, sum góða løtu togaðust borð um borð.

Síðsta teinin vóru teir umborð á Sundabátinum væl drúgvari, enn teir umborð á Stráluni, og á málinum var Sundabáturin leysur av Stráluni.

At tað seinni í summar skal roknast við nýggja Tvørábátinum sást væl og virðiliga. Tvørábáturin endaði á bronsuplássinum, og munurin fram til Stráluna var ein lítil rong.

Tað er tunnligt við luttøku í kappróðrinum í Norðoyggjum í ár. Sigurin hjá monnunum við Sundabátinum verður tann einasti hjá báti úr Norðoyggjum á Norðoyastevnu.

 

Norðoyastevna 2007 - 6 mannafør menn

1 Sundabáturin 08:17.15 1G

2 Strálan 08:21.11

3 Tvørabáturin 08:21.13

4 Jarnbardur 08:29.10

5 Riddarin 08:36.01

6 Lómur 08:43.12

7 Smyril 08:49.23

8 Rádni 09:05.02

 

Støðan í FM - 6 mannafor menn

1 Sundabáturin 7 1G

2 Strálan 5

3 Tvørabáturin 4

4 Jarnbardur 3

5 Riddarin 2

6 Lómur 1

7 Rádni 0

8 Smyril 0

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Rádni

2 Lómur

3 Jarnbardur

4 Strálan

5 Sundabáturin

6 Tvørabáturin

7 Riddarin

8 Smyril

G.G.: Tíðirnar eru í 1/25-pørtum.