Sunrid á Borg er sett sum nýggjur deildarleiðari á Grønanesi – VEKS

Stýrið í VEKS hevur skipað nýggja strategi

Sunrid er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 2005, og hevur viðkomandi leiðsluútbúgving og leiðsluskeið. Hon hevur í fleiri ár arbeitt sum deildarleiðari á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, og somuleiðis verið leiðari fyri ymsar stovnar hjá Almannaverkinum. Sunrid á Borg er búsitandi í Kvívík.

 

Uppgávan sum deildarleiðari er fyrst og fremst at virka í einum nýskipaðum bygnaði í VEKS, við stjóra og varastjora. Her gerst Sunrid á Borg ein av 4 deildarleiðarum.

 

Stýrið í VEKS hevur skipað nýggja strategi, sum miðar eftir at borgarin fær tænastuna í egnum heimi, og kann gera tað alt lívið.

 

Rehabiliterandi sjúkrarøkt, skipaðar venjingar og endurvenjingar, eru hugsjónarliga grundarlagið undir fagligu dygdini. Vit eru ein lærandi organisatión, og nýggi deildarleiðarin fær holla innleiðslu í hvussu arbeiðið verður skipað, og fær ávirkan á hvussu vit virka framyvir.

 

VEKS fer í heyst upp í COSMIC-skipanina, og hevur júst fingið INTRA, sum innanhýsis samkiftispall.