- Surimivirkið kundi verið farið í luftina

- Serligar acetylen fløskur vóru í Surimivirkinum, og tí mátti Brimil brúka alla orku at køla hendan bygningin.

Myndir av eldsbrunanum á Tvøroyri í síðstu viku vísa, at meðan tvey av skipunum brúktu alla orku upp á bygningin hjá Varðanum Pelagic, so lá Brimil og oysti omanyvir Surimivirkið - sum er bygt fast í Varðan Pelagic. 

 

 

Skiparin á Brimli, Julian Martin Juul, sigur við Dimmalætting í dag, at orsøkin er, at sera vandamiklar acetylen fløskur vóru á virkinum - og fóru tær í luftina, høvdu tær kunna gjørt sera stóran skaða á býin. 

 

 

Átaksleiðarin segði við Martin og manningina umborð á Brimli, at tað vóru heili 24 fløskur av acetylen a Surimivirkinum, og tí skal Brimil brúka orkuna upp á hetta virkið heldur enn Varðan. Acetylen er evni, sum verður brúkt at sveisa við. 

 

 

Kemikalieserfrøðingurin, Bjørn Schmidt sigur við in.fo, at ammoniak tangarnir vóru eisini í stórum vanda fyri at spreingjast og leggja partar av Tvøroyri í oyði. Tí høvdu ammoniak tangarnir ikki likið frá byrjan, so høvdu teir kunna eksploderað og gjørt stóran skaða. 

 

 

Les tað greinina her