Hondbóltur
Sum úrslitini lagaðu seg í bólki 2 ígjár, so er nógv, sum talar fyri, at Týskland og Russland verða liðini, sum vinna seg víðari úr bólki 2. Liðini møtast ikki innanhýsis fyrr enn hósdagin, og tá kunnu tey longu hava tryggjað sær tey tvey ovastu plássini í bólki 2. Svensku kvinnurnar høvdu tørv á minst einum stigi fyri at halda lív í vónini, um at røkka einum hálvfinaluplássi.
Aftanfyri 0-9
Men longu tíðliga í dystinum stóð stórtap í hondum hjá svenska liðnum. Týskland førdi 9-0, áðrenn Svøríki fekk sítt fyrsta mál, og varð talan um eitt katastrofalt álopsspæl hjá Svøríki. Svenska liðið, sum hevði sum taktiskt mál at neutralisera týska stórskjúttan, Grit Jurack hevði onga eydnu við hesum, og bara fyrstu løtuna skeyt Jurack 5 mál. Svøríki fekk tó arbeitt seg uppá 11-15, sum varð hálvleiksstøðan. Men í 2. hálvleiki dróg Týskland aftur frá svensku kvinnunum, og gjørdist munurin 11 mál, tá alt varð liðugt. Svøríki skal vinna á bæði Kroatia og Makedonia, og hini úrslitini skulu laga seg, um Svøríki skal enda millum tvey tey ovastu liðini í bólkinum. Svøríki spælir ímóti Makedonia mikukvøldið, og hóskvøldið spæla tær ímóti Kroatia.
FAKTA
Ùrslitini í bólki 2 ígjár:
Hvítarussland - Kroatia 35 - 43
Svøríki - Týskland 22 - 33
Russland - Makedonia 43 - 24