Svar til spurningar frá Jógvani Jacobsen

Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin

Formaðurin í Unga Tjóðveldinum, Jógvan Jacobsen, spyr í einum lesarabrævi Sambandsflokkin nakrar spurningar, sum taka støði í einum mótmælisskrivi frá Norðoya Sambandsfelag viðvíkjandi arbeiðssteðginum, sum var fyrr í hesum mánaðnum.
Eg vil fegin svara spurningunum sum frægast.
Jógvan hevur tíverri misskilt skrivið og fær tað til, at felagið mótmælir, at ein tinglimur "slapp at hava egna meining". Tað sum Norðoya Sambandsfelag mótmælti var ikki, at tingmaðurin hevði eina meining, men at Norðoyggjar vóru avbyrgdar undir verkfallinum. Tað er ikki heilt tað sama.
Endurgevingarnar sum Jógvan tekur úr mótmælisskrivinum hjá Norðoya Sambandsfelag eru heldur ikki rættar. Til dømis skrivar hann: "Orðingar í skrivinum siga, at felagið mótmælir, at tinglimurin "slapp" at hava egna meining, og "hetta kann avgjørt ikki loyvast"". Orðið "slapp" er her tikið úr fyrsta reglubroti, orðini "at hava egna meining" standa als ikki í skrivinum, meðan orðini "hetta kann avgjørt ikki loyvast", eru tikin úr fjórða reglubroti. Soleiðis ber ikki til at endurgeva.
Millum annað út frá hesum spyr Jógvan Sambandsflokkin hesar spurningar: Tekur Sambandsflokkurin undir við hesum skrivi Norðoya Sambandsfelags? Er Sambandsflokkurin ímóti rætti hins einstaka at hava egnar meiningar og virka eftir teimum?
Svar: Sambandsflokkurin virðir, at øll skulu hava rætt til at hava sínar meiningar, og rætt til at boða frá sínum meiningum. Hetta er eisini galdandi fyri Norðoya Sambandsfelag. Um vit altíð eru samd, er ein heilt annar spurningur.
Sambandsflokkurin hevur onga samtykt, av tí slagnum, sum hana hjá tingbólki Tjóðveldisfloksins, um at tinglimur sum alment finst at formanninum, hevur sett seg uttanfyri tingbólkin. Í okkara flokki røkkur talufrælsið nógv longri enn so.
Tað er av stórum týdningi fyri ein og hvønn flokk, at tað ræður floksdisiplin innanfloks, og at floksins stevnuskrá verður fylgd. Tað er ongantíð nøktandi at tinglimir fara í sjálvdrátt uttan at flokkurin veit av. Tá er jú ikki grund til at melda seg inn í politiskan flokk. Styrkin við eini breiðari samgongu er, at hon forðar fyri, at lægsti felagsnevnari, ella ein absoluttur minniluti, rekur føroyskan politkk. Tær fylgjurnar kenna vit alt ov væl til í Føroyum.
Annars vil eg nýta høvi at takka bæði Jógvani og Norðoyar Sambandsfelag fyri at seta fokus á aktuellar politiskar spurningar.