Jan Christiansen
borgarstjóri
????????????
Tórshavnar kommuna ynskir felags reglur fyri øll, sum eru í arbeiði hjá kommununi
Vísandi til skriv frá Starvsmannafelagnum dagfest 25.06.2004 um privat ørindi í arbeiðstíð v.m. hevur Tórshavnar kommuna hesar viðmerkingar:
Høvuðssjónarmiðið hjá kommununi er, at tá tað snýr seg um privat ørindi í arbeiðstíð, herundir lækna og tannlækna ørindi og jarðarferðir, eiga somu reglur at vera galdandi fyri øll, sum eru í arbeiði hjá kommununi.
Privat ørindi í arbeiðstíð er eitt øki, sum arbeiðsgevarin hevur ábyrgdina av at skipa. Tí hevur Tórshavnar kommuna sum arbeiðsgevari sett í verk eina skipan, sum er eins fyri øll, ið arbeiða hjá kommununi. Skipanin kom í gildi 1. juli 2004, eftir at avvarandi fakfeløg í góðari tíð fingu fráboðan um hetta, og tí høvdu møguleika t.d. at royna málið í gerðarrætti.
Starvsmannafelagið vil nú ganga rættarinnar veg við málinum. Kommunan, ið áður hevur mælt felagnum til at royna spurningin í rættinum, fegnast um at felagið tekur hetta stig. Tó verður stigið tikið heldur seint, tí felags reglurnar eru komnar í gildi. Kommunan vil sjálvsagt fylgja møguligum rættarligum avgerðum.
Eftir áheitan frá fakfelagssíðu fór Tórshavnar kommuna í samskifti við fakfeløg um reglurnar um privat ørindi í arbeiðstíð, men partarnir vóru ikki førir fyri at røkka semju um spurningin. Tað sýntist ikki, sum t.d. Starvsmannafelagið hevði áhuga fyri at røkka einari felags semju um felags reglur fyri privat ørindum í arbeiðstíð.
Hóast málið um privat ørindi í arbeiðstíð nú er eitt avgreitt leiðslumál, er spurningurin, um Starvsmannafelagið frameftir er sinnað at vera við í einum konstruktivum samskifti um líknandi mál. Kommunan vil fegin hava eitt uppbyggjandi samband við felagið, men tað krevur eitt nú, at samskiftið okkara millum fer fram beinleiðis og ikki í fjølmiðlunum.
Endiliga skal Tórshavnar kommuna gera Starvsmannafelagið varugt við, at um felagið metir, at málið um privat ørindi í arbeiðstíð er brot á kollektiva sáttmálan millum felagið og Komunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, KAF, so eigur Starvsmannafelagið at venda sær til KAF við sínum sjónarmiðum og viðmerkingum. Harumframt er týðandi, at Starvsmannafelagið sannar, at spurningurin um viður-skiftini hjá dagrøktarum eisini liggur hjá KAF.
Samskiftið við Starvs-mannafelagið í seinastuni hevur víst, at fjølmiðlarnir fáa boð til Tórshavnar kommunu, áðrenn kommunan sjálv fær tey. Tí sendir kommunan fjølmiðlunum avrit av hesum brævi samstundis sum tað fer til Starvsmannafelagið.